Deyðasjúkir krabbameinssjúklingar fáa ov nógva viðgerð, teir fáa falskar vónir og óverulig lyfti um heilivág, sum ikki kanna bjarga teimum kortini. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum 37 altjóða krabbameinsserfrøðingar hava skrivað.
Yvirlæknin Jens Peter Kampmann, sum er formaður í Dansk Selskab for Klinisk Farmakologi, sigur, at hann er samdur við teimum, sum hava skrivað frágreiðingina.
-Hetta er ein gamal trupulleiki, og hetta er eitt evni, sum vit noyðast at tosa um, sigur hann við blaðið 24timer. Hann sigur, at tað er ikki rætt at brúka teir flestu viðgerðarpengarnar til teir seinastu dagarnar hjá einum krabbameinssjúklingi við at geva honum heilivág, sum kanska leingir lív hansara tvær vikur.
Jes Søgaard, sum er stjóri í Dansk Sundhedsinstitut, heldur hinvegin, at tað kann vera torført at gera av, nær viðgerð er óneyðug. Hann heldur tó, at vit brúka lutfalsliga ov nógvar pengar til ta seinastu krabbameinsviðgerðina.