Kristeligt Dagblad skrivar 28. mars, at málið kann verða eitt vápn í stríðnum móti tunglyndi. Saman við fleiri øðrum donskum bløðum hevur KD gjørt av, at gevast at nýta heitið eydnubolli fyri heilivág móti tunglyndi. Í framtíðini fara bløðini at skifta orðið "eydnubolli" út við "depressionsbolli". Sambært heimsheilsustovninum, WHO, er tunglyndi væl á veg at gerast ein "global epidemi". WHO metir, at tað júst nú, globalt sæð, ganga minst 120 milliónir deprimeraði menniskju runt í heiminum, og at umleið 1 millón av teimum, fer at velja sjálvmorð sum loysn uppá sínar trupulleikar.