Deyðssjúkur kærleiki

Moralsku dómarnir fullu hart, tá lesarar funnu út av, at bókin En slags kærlighed hjá Ray Kluun er sonn og snýr seg um høvundan sjálvan



Ray Kluun, En slags kærlighed, Cicero, 2007 



Evnið í bókini En slags kærlighed fær illa verið meir tabufongt.

36 ára gamli hálendingurin Ray Kluun er ein maður, sum stuttleikaði sær við eini røð av elskarinnum, meðan kona hansara lá fyri deyðanum av bróstkrabba. Hetta kundi havt verið eitt mál millum Ray og hansara samvitsku, um hann ikki seinni skrivaði bókina En slags kærlighed, um ein 36 ára gamlan hálending, sum stuttleikar sær við eini røð av elskarinnum, meðan kona hansara liggur fyri deyðanum av bróstkrabba.

Tá tað gekk upp fyri lesarum, at søgan hjá Ray Kluun er sonn og snýr seg um høvundan sjálvan, mundi moralska fordømingin ongan enda fáa. Men uttan mun til beiska veruleikan, so er bókin ein ómetaliga hjartanemandi og erlig kærleikssøga. Ray er um at blíva svakur av, at teirra eydnuríka lív saman er vorið ein troystaleysur knútur av spýggj, vamli, kemoviðgerðum, gráti og ræðslu. Kortini er hann hjá konuni allan vegin ígjøgnum. Og elskarinnurnar? Tær eru hansara máti at yvirliva og siga sær sjálvum, at kærleikin livir, hóast alt.

“Summi halda meg vera heimsins størsta reyvarhol, onnur kalla meg ein nýggjan kærleiks Messias. Tað mugu tey um. Eg hava bara sagt, sum var”, sigur Ray Kluun. 



ave