Deyðatøgn um Samherjamálið

Tað er komið alment fram, at Samherji hevur flutt hýrur til útlendskar fiskimenn gjøgnum føroysku FAS skipanina vísandi til, at teir vóru við farmaskipi, og at Samherji av sínum eintingum flutti TAKS 17 mió. kr.,tá ið málið kom alment fram. Hetta undrar stórliga og gevur høvi at seta viðkomandi spurningar.


Føroyska sjófeingislógin hevur greiðar ásetingar um ognarviðurskiftini í fiskivinnuni, og vísandi til, at Samherji er í tøttum samstarvi við føroyskt felag, er spurningurin,um hesar ásetingar eru hildnar.


Samstundis undrar tað, at tíðindaleiðarin í Kvf vísir á, at fjølmiðlafólk eru fyri ágangi frá Samherja, og at Samherjiboðaði frá, at stjórin í TAKS hevði váttað, at eingin kanning var í gongd. Nakað sum seinni varð avsannað av stjóranum.


Samanumtikið tykist málið fløkt og álvarsamt, og spurningurin er, um løgmaður sum ovasti politiski myndugleiki metir tað vera neyðugt at gera eina gjølligakanning av samlaða málinum.



Tí havi eg sett løgmanni hesar spurningar


1. Metir løgmaður, at FAS-skipanin er misnýtt til at gjalda hýrur til namibiskar fiskimenn ?


2. Høvrjar viðmerkingar hevur løgmaður til, at Samherjihevur goldið 17 mió. kr.til TAKS, tá ið málið kom alment fram ?


3. Kann løgmaður veita vissu fyri, at ásetingarnar í sjófeingislógini um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni eru hildnar ?


4. Ætlar løgmaður at taka stig til at gera nærri kanningar av málinum ?


5. Hvat heldur løgmaður um framferðarháttin hjá Samherja,nú tað er komið fram,at føroysk fjølmiðlafólk eru fyri ágangi.


6. Hvat heldur løgmaður um, at Samherji boðaði frá, at felagið hevði fingið váttan frá stjóranum í TAKS um,at TAKSikki kannaði málið ?


7. Heldur løgmaður,at framferðarhátturin eigur at fáa avleiðingar fyri felagið ?