Fiskivinna
Einki skip, ei heldur nakar útróðrarbátur, lá við Kósabrúnna, tá vit vóru fram við ein túr í morgun.
Øll tann langa bryggjan lá so púrasta ber. Einasta lívstekin, vit sóu, var ein maður, sum stóð við einari sigarett i hondini við norðara enda á Kósavirkinum.
At einki skip og eingin bátur liggur við bryggju, nýtist kortini ikki at merkja, at fiskaloysið rættiliga er farið at gera um seg og leggur fiskavirkini lamin.
Eru skipini ikki við bryggju, eru tey onkra aðrastaðni, og í løtuni eru flestu skipini, sum eru heimahoyrandi í Klaksvík, úti.
Fiskiskapurin hevur sum heild verið slakur higartil í heyst. Lítil toskur er at fáa, og minni hevur verið at fingið av upsa. Útróðurin hevur eisini verið slakur, og lítil útróðrarfiskur er komin upp á land.
Fáar landingar
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at hesa vikuna hevur sum heild lítið virksemið verið fram við Kósabrúnni.
- Tað er sjáldan, at so lítið landingarvirksemi hevur verið sum hesar seinastu dagarnar.
Hann hevur tó skilt, at partrolararnir hava rakt við fitt av upsa aftur, og í morgin koma Fjalshamar og Nónhamar inn at landa.
- Eg haldi, at skipini hava fingið uppí. Tey hava eini 300 kør tilsamans, sum taka millum 280 og 300 kilo hvørt karið. Skipini fóru út seinasta leygardag, so hetta er ein góður túrur hjá teimum.
Hann sigur, at landingarfólkið hevur fingið boð um at møta klokkan 06 í morgin.
Týsdagin landaðu partrolararnir Borgarin og Navarin í Klaksvík. Teir høvdu 265 kør tilsamans.
Útróðurin bragdar
Í gjár landaði snellubáturin Karlamagnus. Hetta er gamli Søkin. Teir royna við snellu, og hendan túrin høvdu teir eini 12.000 pund av upsa.
- Karlamagnus hevur verið nakrar túrar, og eg haldi, at tað hevur gingið hampiligt, sigur Pól Fuglø.
Hann vísir á, at higartil í heyst hevur lítil útróður verið við línu, men líkt er til, at tað er farið at bragda nakað aftur hjá útróðrarbátunum.
- Í morgun hava vit tikið ímóti fiski hjá fýra útróðrarbátum. Brandur og Reynsmúli høvdu umleið 4.000 pund í part, Bragd hevði 5.500 og minnist eg rætt, hevði Líðhamar 8.500 pund.
Pól sigur, at teir størru bátarnir, sum Bragd og Líðhamar, vanliga seta einar 50-60 línur hvør.
Seld línuskip
Landingarformaðurin vísir á, at tvey av línuskipunum, sum leingi hava verið heimahoyrandi í Klaksvík, Núpur og Pison, eru seld. Núpur fór til Vestmannar og Pison í Vágarnar.
Hann heldur kortini ikki, at tað er hetta, sum ger, at landingarfólk og fiskafólk annars merkja, at minni fiskur kemur upp á land.
- Vit hava seinastu árini eisini fingið onnur skip til bygdar, so samanumtikið er tað minkandi veiða, sum er orsøkin til, at minni virksemi er við bryggjukantin og soleiðis eisini á fiskavirkjunum.
Pól Fuglø sigur, at í seinastuni hevur longri verið ímillum tey longu landingartørnini.
- Tað verður altíð upp og niður, og hóast samlaðu landingartølini hava verið minkandi, nú tað eisini hevur víst seg at vera minni at fáa av upsa, er júst í løtuni aftur glottar at hóma.
Landingarformaðurin vísir á, at Fjalshamar og Nónhamar júst hava gjørt ein góðan túr, og líkt er sum nevnt eisini til, at útróðurin er við at gerast betri.
Í síðstu viku hevði Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík einar 13 størri og smærri landingar.