Deyvaøkið framvegis við sviðusoð

Útlitini til, at foreldur at deyvum børnum sleppa at læra teknmál, soleiðis at tey kunnu samskifta við síni børn, eru vánalig.

- Hevði Sernámsdepilin fingið hálva aðru mió. krónur meiri komandi ár, enn fíggjarlógaruppskotið leggur upp til, høvdu vit raðfest deyvaøkið ógvuliga høgt, sigur Hans Eli Dahl, virkandi stjóri á Sernámsdeplinum

 

DEYVAVIÐURSKIFTI


Verður uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri komandi ár samtykt í verandi líki, eru ikki útlit til, at øki, sum ikki verða raðfest høgt sum er, fáa hægri raðfesting komandi ár. Sernámsfrøðiliga virksemið í Føroyum tørvar 10 mió. krónur í meirjáttan um árið, skal tað virka nøktandi. Sernámsfrøðiliga virksemið í fólkaskúlanum fær tó eina hækking, sum munar eitt sindur, men burtur sæð frá tí verður lítil og eingin broyting til tað betra sambært fíggjarlógaruppskotinum.

Deyvaøkið er eitt øki innan sernámfrøðiliga virksemið, sum veruliga hevur kent sviðan av ov lítlari játtan. Í summar kendi einasti teknmálsfrøðiligi ráðgevin í Føroyum seg noydda at siga seg úr starvi, av tí arbeiðsumstøðurnar vóru ótolandi. Viðkomandi sat í hálvum starvi, men arbeiðsuppgávur eru til tvey fulltíðarstørv. Í kjalarvørrinum av hesum er eingin teknmálsfrøðilig ráðgeving í løtuni og tað sum verri er, foreldur at deyvum børnum fáa ikki upplæring í teknmáli, sum ger tey før fyri at tosa við síni børn. Felagið Hoyrnin hevur fleiri ferðir gjørt vart við ótolandi støðuna, men higartil til fánýtis.

Fær sernámsfrøðiliga virksemið ikki størri játtan komandi ár, verður virkandi stjóri á Sernámsdeplinum, Hans Eli Dahl, noyddur at taka dagar ímillum, hvørji øki innan sernámsfrøðiliga virksemið skulu raðfestast og hvørji ikki, og um tænastur skulu niðurleggjast.

- Tað snýr seg ikki um at finna nakrar tímar til nakrar deyvalærarar og læra teir deyvamál. Aðalspurningurin er fakliga røktin av økinum, sum krevur fleiri fólk í starvi. Tá ið umstøðurnar eru soleiðis sum tær eru, er uppgávan hjá okkum at finna út av, hvørjar tænastur vit kunnu bjóða og hvørjar ikki. Enn er avgerð ikki tikin um, hvør tænasta kann halda fram og hvør ikki. Øll økini eru týðandi, men vit verða kanska noydd at skera ígjøgnum og niðurleggja onkra tænastu hóast tað ger, at so koma onnur í trongstøðu.


Trupul uppgáva

Frá Sernámsdeplinum hevur felagið Hoyrnin fingið at vita, at neyvan verður nøkur broyting til tað betra innan deyvaøkið, men at kanska verður rúm fyri onkrum skeiði komandi ár í teknmáli.

- Stovnurin er noyddur at útvega ein teknmálsráðgeva aftur, men eg bjóði ikki nøkrum eitt slíkt starv hálva tíð, tí tað er alt ov lítið til arbeiðsbyrðuna. Tískil er ikki vist, at teknmálsskeið verða komandi ár, men vit vóna tað, sigur Hans Eli Dahl.

Stjórin á Sernámsdeplinum metir, at hálv onnur millión krónur afturat oyramerkt til deyvaøkið, hevði munað væl.

- Tá ið alt sernámsfrøðiliga økið vantar pening, er tað ein ómetalig trupul uppgáva at gera av, hvørji øki skulu raðfestast og hvørji ikki. Tí hevði tað kanska verið frægari um játtanir vórðu oyramerktar til ymsu økini, hóast tað í ein mun setir leiðsluna á stovninum út av spælinum. Hevði Sernámsdepilin fingið hálva aðru mió. krónur meiri komandi ár, enn tað sum er væntandi, høvdu vit raðfest deyvaøkið ógvuliga høgt.


Støðan kend

Landsins myndugleikar kenna støðuna og tørvin. Fyrr í hesum árinum søkti Sernámsdepilin um 5 mió. krónur í eykajáttan til alt virksemið fyri at røkka restina av hesum árinum nøktandi. Hetta varð ikki játtað. Við bit og slit vóru 350.000 kr. játtaðar, soleiðis at tvey deyv børn kundu byrja í fyrsta flokki í summar.

Í vár vísti Sernámsdepilin Mentamálastýrið á, at tørvur er á í minsta lagi hálvum øðrum starvi, um deyvaøkið skal virka nøktandi. Fulla starvið eigur at fara til skeiðsvirksemi, gerð av tilfari og annað, meðan hálva starvið eigur at verða brúkt til tilrættislegging, ráðgeving og annað.

- Tað snýr seg ikki bert um at útvega nakrar deyvalærarar, læra teir teknmál og so koyra teir í eina skúlastovu. Fyri at seta skjøtul á økið, er tørvur á vælskikkaðum fólki til nógvar uppgávur, vísti Sernámsdepilin á.

Men hóast hesa áheitan um meirjáttan, ikki bert til deyvaøkið, men til øll økini Sernámsdepilin varðar av, sæst lítið aftur til eina slíka í fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár.


Vandin

Deyvu børnini í Føroyum eru ikki nógv í tali, eini 10 í alt um allar Føroyar, og tískil hoyrast tey ikki væl í okinum sum er. Spurdur um tað ikki er vandi fyri, at tey detta burtur ímillum, tí tey eru so fá í tali, sigur Hans Eli Dahl.

- Tað kann avgjørt vera ein vandi fyri tí.

Aðra staðni eru umstøðurnar hjá teim deyvu og avvarðandi teirra ikki at samanbera við føroysk viðurskifti. Í Noregi fáa foreldur, sum fáa eitt deyvt barn, eina sokallaða foreldraútbúgving, ið er 40 vikur samanlagt í tíðarskeiðinum meðan barnið er í aldrinum 0-16 ár. Hetta svarar til tvær og eina hálva viku um árið. Umframt fáa foreldur onnur skeið í eitt nú deyvamentan og øðrum viðkomandi. Hetta gevur foreldrum høvi til at læra málið hjá barninum, so at tey kunnu samskifta á einum støði, sum er virðiligt.