"Í hesi vikuni eru flestu pisurnar floygdar. Studentar og HFarar síggjast við eyðkendu húgvunum um tún og strætir.
Teir studentarnir, sum taka prógv í summar, eru teir fyrstu, sum eru lidnir við útbúgvingina, eftir at studentaskúlin varð broyttur frá at vera ein linjuskipan og til at vera ein valskipan. Í høvuðsheitinum er broytingin tann, at meðan næmingarnir eftir gomlu skipanini, longu tá teir søktu inn á skúlan gjørdu av, hvat fyri slag av prógvi, teir skuldu fáa, so hava teir nú møguleika til at velja lærugreinar aftaná fyrsta flokk og eisini aftaná annan flokk.
Vansarnir
Sámal í Skorini, rektari í Studentaskúlanum á Kambsdali, heldur, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við nýggju skipanini, sammett við hina gomlu.
Millum vansarnar nevnir hann, at tað er nógv torførari at fáa tímatalvuna at ganga upp, tí næmingarnir eru spjaddir út á nógv fleiri bólkar, enn teir hava verið áður, og hetta hevur uppaftur ein annan bága við sær. Hann er, at næmingarnir eru nógv minni í flokkinum nú, enn teir hava verið áður, og hóast hetta ikki hevur víst seg sum serligan trupulleika, so kann tað hugsast, at flokskenslan ikki verður tann, hon hevur verið.
At næmingarnir eru býttir í so nógvar bólkar og so sjáldan eru í sama bólki, ger eisini, at tað er torførari at skipa fyri útferðum og ekskurisiónum, uttan at tað órógvar nógvar lærarar og nógvar bólkar, og tað er avgjørt ein vansi.
Ov nógv
skrivligt arbeið
Omanfyri nevndu trupulleikar er tað ivasamt, um tað ber til at gera so ógvuliga nógv við, burtursæð frá at tað alla tíðina setur krøv um góða planlegging, men rektarin er ikki í iva um, hvør størsti trupulleikin er, og at tað ber til at gera nakað við hann:
Vit hava staðfest, at næmingarnir hava ov nógvar skrivligar uppgávur. Og tað er serliga í øðrum flokki, at krøvini eru ov stór. Næmingarnir megna illa at fylgja við, og tað sæst aftur í, at tað er nógv torførari at fáa skrivligu avrikini inn nú, enn tað var undir gomlu skipanini.
Knarra næmingarnir um hetta?
Tað gera teir ikki í serliga stóran mun, og tað kemur so at siga ikki fyri, at foreldrini siga frá. Øll royna sum frægast at gera sítt ítarsta, men tað er torført. Fleiri lærarar eiga børn, sum ganga í studentaskúla, og tá teir so at siga eisini sita hinu megin borðið, síggja teir veruleikan hjá næmingunum bæði frá lærarasjónarmiði og frá foreldrasjónarmiði, og tað er gott.
Tað vil siga, at tað er, tí lærararnir siga, at teirra børn hava ov nógv at gera, at skúlaumhvørvið hevur skilt korini hjá næmingunum?
Nú er hetta ikki púra fremmant fyri okkum. Danir fóru undir valskipanina nøkur ár undan okkum, og teirra royndir eru tær somu sum hjá okkum. Vit hoyra og lesa, at studentaskúlanæmingar í Danmark hava ov nógvar skrivligar uppgávur, og hjá teimum er tað eisini í øðrum flokki, at arbeiðsbyrðan er serliga stór.
Hví er hetta komið soleiðis fyri?
Tá vit fyrireikaðu nýggju skipanina vóru tað lærararnir, sum skrivaðu uppskotini til kunngerðirnar fyri ymsu lærugreinarnar. Hetta eru fólk, sum hava brúkt stóran part av sínari tíð til at útbúgva seg í ávísum lærugreinum, og tí er ikki torført at skilja, at tey halda, at krøvini til lærugreinarnar, sum tey arbeiða við, skulu vera stór, og royndirnar eru, at lærugreinar, har tað eru krøv um skrivligar uppgávur, hava ein hægri status enn aðrar lærugreinir.
Vit kunnu siga, at fakligu krøvini eru stór í nýggju skipanini, og at tey, sum hava havt ábyrgdina av heildini, hava ikki mett nógv neyvt um heildararbeiðsbyrðuna.
Hvat ætla tit at gera við trupulleikan?
Tað eru ætlanir frammi um at seta ein bólk at eftirmeta skipanina. Landsskúlafyrisitingin hevur ikki sett bólkin enn, men eg kundi hugsað mær, at hetta verður gjørt heilt skjótt.
Og hvat skal so gerast fyri at minka um skrivligu arbeiðsbyrðuna?
Málið má vera at skerja mongdina á avrikum, sum skulu avleverast, men spurningurin er, hvussu hetta skal gerast. Í Danmark hava teir roynt ymsar mátar, eitt nú hava teir roynt at lata eina uppgávu telja fyri fleiri. Tað kann t.d. gerast við, at ein uppgáva í geografi verður avleverað á eingilskum, og so telur hon bæði í eingilskum og geografi.
Fyrmunirnir
Sámal í Skorini heldur annars, at nýggja skipanin á fleiri økjum hevur fyrimunir fyri næmingarnar:
Ein fyrimunur er, at næmingarnir sjálvir kunnu samanseta útbúgvingina. Og ein annar fyrimunur er, at nú hava næmingarnir á støddfrøðiligu deild nógv meiri enskt, enn teir høvdu undir gomlu skipanini, samstundis sum málsligu næmingarnir hava meiri av náttúruundirvísing.
Ikki hótt
Tað hevur onkuntíð ljóðað, at studentaskúlin ikki er so populerur longur, sum hann hevur verið, og tá tølini um upptøku á miðnámsskúlarnar komandi ár komu fram, varð sagt, at áhugin fyri studentaskúlanum er minkandi. Men Sámal í Skorini er ikki bangin fyri framtíðini hjá studentaskúlanum:
Tá nýggja skipanin kom vaks áhugin fyri okkara útbúgvingartilboði ógvuliga nógv. Nú er hann á veg aftur ímóti tí, sum hann var frammanundan, og tað er bara nátúrligt. Í Danmark er studentaskúlin framvegis populerur.
Kenslumálaráðharrin, Ole Vig Jensen, var fyri nakað síðani á einum fundi í danska arbeiðsgevarafelagnum. Har fekk hann at vita, at ov nógv ganga í studentaskúla. Hann spurdi tey, sum vóru á fundi, hvørja miðnámsútbúgving teirra børn høvdu tikið ella vóru í ferð við at taka, og tá vísti tað seg, at so at siga øll áttu børn í studentaskúlum! Hetta sigur mær, at fólk hava álit á, at studentaskúlin gevur eina góða útbúgving, sum bæði er alment mennandi og sum gevur førleika til lestur, og soleiðis vænti eg, at tað fer at vera. Men eg rokni eisini við, at útbúgvingartilboðini fara at verða broytt títtari, enn tey hava verið. Samfelagið broytist alla tíðina, og skúlaskapurin noyðist at fylgja broyttu krøvunum, sum samfelagið setur.
"