Dharma & Greg/Et Umage Par

Dharma & Greg/Et Umage Par – sesong 1 er fyrsta DVD-útgávan av hesi rættiliga løgnu og stuttligu røðini um hippe-kvinnuna Dharma og konservativa advokatin Greg. Tey giftast longu í fyrsta partinum, tí tey fáa hug at flúgva til Reno fyri at eta eina serliga kaku. Her eru ótrúliga nógvir stuttligir partar og hippie-svigarforeldrini eru eins stuttlig og tey brølandi konservativu WASP-foreldrini hjá Greg. Hetta er ikki bert ein vanlig sjónvarpsrøð, ella sitcom, men ein serliga hjartalig og góð av slagnum. Við á DVD-útgávuni er ein lítil dokmentarfilmur.
5 stjørnur av 6