Kanningar vísa, at tað ókenda slagið "diabetis 1,5" ella Lada rakar ein av hvørjum tíggju, sum hava diabetis 2 ella ta sjúkuna, sum á manna munni verður kallað gamlamannadiabetis, og sum verður roknað sum ein lívsstílsjúka.
-Millum 10 og 15 prosent av teimum, sum hava fingið diagnosuna diabetis 2, hava í veruleikanum Lada ella diabetis 1,5, og hesi eiga at fáa viðgerð við insulini, sigur Peter Zadeh, yvirlækni á sjúkrahúsinum í Vestfold og serkønur á økinum, við norska kringvarpið.
Hann greiðir frá, at fólk við diabetis 1,5 framleiða insulin í kroppinum, men at framleiðslan minkar við aldrinum og steðgar at enda upp, so fólk fáa insulintrot. Talan er um, at fólk fáa diabetis 1, tá tey eru komin væl til árs.
-Hjá fólki við Lada-diabetis er tað ikki nóg mikið at leggja lívsstílin um. Tey skulu hava insulin. Vit hava eisini sæð, at sjúklingar við hesum slagnum av diabetis klænka og fáa normala vekt, tá tey verða viðgjørd við insulini, sigur Peter Zadeh við NRK.
Lætna av insulini
Yvirlæknin greiðir frá, at nógvir sjúklingar, sum koma til egnan lækna, viga og nógv, og at tey tí verða mett at hava diabetis 2.
-Hesir sjúklingarnir framleiða mótevni, sum leypa á kyknurnar í kroppinum, ið framleiða insulin, sigur Zadeh. Hann leggur afturat, at fólk, sum hava diabetis í familjuni, eiga at vera serliga umhugsin. Ein trupulleiki er, at í byrjanini hava tey bæði sløgini av diabetis somu sjúkueyðkenni, sigur hann.
-Eyðkennini fyri diabetis 1,5 eru tey somu sum fyri diabetis 2, og eitt felags eyðkenni fyri bæði sløgini er, at fólk viga ov nógv.
Peter Zadeh sigur, at ofta verða fólk við diabetis 1,5 viðgjørd, sum høvdu tey diabetis 2, men at tann viðgerðin hjálpir sjálvandi ikki. Síðani verða fólk send á sjúkrahús, har tey so verða kannað fyri LADA ella diabetis 1,5.