Dibbeduttir og annað sjúkraverk

Kanningin av sjúkrahúsverkinum vísti, at politiska leiðslan hvørki vil siga, hvat hon vil hava verkið at gera, enn minni dugir at veita samsvarandi játtan og seta samsvarandi krøv

Hesar reglur skrivi eg eftir at hava ligið á sjúkrahúsi nakrar dagar. Kona mín bar annað barn okkara í heim síðst í november, men mátti leggjast inn aftur eftir at verða heimkomin. Sjálvur slapp eg at gista nakrar nætur á deild A2 og vera um lítla alvan. Eins og fyrru ferðina var hjartanemandi at síggja, hvussu nærløgd starvsfólk á føðideildini eru; vit merkja, at hvørt einasta barn verður móttikið sum einastandandi undurverk við góðsku og kærleika.

 

Tilvildin vildi, at júst meðan vit soleiðis lógu og hjúklaðu um hetta unga lívið, var grein prentað í Dimmalætting út frá kæru míni um Hans Paula Strøm landsstýrissmann og umsiting hansara av sjúkrahúsverkinum. (Kæran var um landsstýrismannin og hansara umsiting av læknum – ikki um læknar).

 

Álit ella eftirlit

Hans Pauli Strøm er uttan iva sera ágrýting og sera væl viljaður, tá ið ræður um heilsumál. Men kortini skerst ikki burtur, at maðurin er gamal-socialdemokratur úr niðastu skuffu og hevur trupult við at leiða sjúkrahúsverkið innan teir karmar, ið stýrisskipan okkara setur honum. Hvørt ár verður brúkt meira enn játtað til tænastur, ið ikki eru lýstar, og avleiðingar eru ongar fyri tey, ið ávíkavist gera rætt ella skeivt. At íðka eftir evni og njóta eftir tørvi riggar alsamt verri sum leiðsluháttur.

 

Seinastu mongu árini hevur BAC-samgongan rátt í Føroyum. Ryggurin í henni er symbiosan millum fólka- og javnaðarflokkanna – ið tilsamans hava sitið í samgongu 14 ár, síðani eg sjálvur kom í verðina. Hesir báðir flokkar umboða hvør sínar klientar og skifta landskassagrindina hareftir. Tá ið ræður um sjúkrahúsverkið, plaga menn sum Anfinn Kalsberg at finnast at ‘ótálmaða útreiðsluvøkstrinum’ samstundis sum Hans Pauli og tey tosa um ‘neyðugu tilboðini samsvarandi norðurlenska modellinum.’ Báðir partar fáa sungið fyri sínum samsintu – uttan nakrantíð at seta orð á, hvat skal bjóðast føroyskum sjúklingum, hvat hetta skal kosta – og síðani skipa verkið og halda játtanina har eftir.

 

Ta tíð, eg sat í fíggjarnevndini, var mær púra greitt, at onki fór at verða gjørt við hetta, tí – sum kanningin eisini vísti – vit játta ov lítið í desember (so hevur Anfinn ryggin frían), og so byrjar arbeiðið at biða um eykajáttan longu eftir jólasteðgin (so er Hans Pauli glaður), nær eykajáttanin kemur er líka mikið, tí hóast ólógligt er at brúka pengar uttan játtan, ja so finna vit onkra orðing sum ‘politiska tilsøgn’ ella ‘læknaliga neyðugt’ ið rættvísger, at vit enn einaferð játta tað, ið brúkt er, heldur enn brúka tað, ið játtað er. Brúkar Hans Pauli so onkra millión minni for nógv, kunnu ‘munandi sparingar’ kunngerðast (og so eru kammeratarnir báðir tveir erpnir).

 

Tí heitti eg á landsstýrismálanevndina um at taka upp nøkur av ringastu forsømilsnum hjá Hans Paula millum annað, at hann á almannakontoini ofta keypir vánalig hús uppundir árslok, samstundis sum hann letur sjúkrajúsbygningar forfella (hesir krevja nú ‘verklagslóg’ fyri at verða gjørdir aftur), og samstundis sum hann ikki fær skil á, hvat er alment, og hvat er privat á sjúkrahúsunum. Men tíverri ger Jaspur Vang sum góður politistur bert eftir boðum og velur ikki at kanna málið nærri, hóast landsgrannskoðanin hevur víst á góð spor at ganga eftir.

 

Kanningin vísti

Kanningin av sjúkrahúsverkinum vísti kortini, at mett eftir fólkatali og búskapi, er føroyska sjúkrahúsverkið rættiliga ódýrt. Tí hava vit enn kjansin at allýsa, hvat verður boðið ókeypis, hvat verður boðið fólki fyri gjald, og hvat als ikki verður boðið fólki her á landi.

 

Vit løgtingsfólk vita altíð minst um hesi viðurskifti, men tíbetur hevur Dimma kannað málið og kann staðfesta, at á teirri hyllini, ið fólk sjálvi gjalda fyri, eru millum annað: eygnaleking, oyrnaleking, plastikkkirurgi – og so tann spennandi dibbeduttkirurgiin.

 

Á uttanlandshyllunum verða ávísar eygnaviðgerðir veittar fyri fult gjald uttanlands, meðan aðrar viðgerðir uttanlands verða veittar fullkomiliga ókeypis – einasta kravið frá ‘systeminum’ tykist tá vera, at øll viðgerð og eftirviðgerð skal henda uttanlands, heldur enn at læknin kemur heim til Føroya, ella t.d. viðgerð hendir niðri og eftirviðgerð og eftirlit her heima.

 

Tá ræður um læknar við privatari praksis við síðunar av, er ógreiðan stór. Tann árvakni læknastjórin, ið kanska fær enn eitt leiðslustig ímillum sín og landsstýrismansins, úttalar soleiðis til Dimmu: “sum heild er privata serviðtaluvirksemið nógv minkað – tað hann veit um.” Landsstýrismálanevndin heldur, at hóast átalur frá grannskoðan, so er í lagi at Hans Pauli spyr sjúkrahúsleiðsluna, sum sigur seg onki hava gjørt og onki ætlar sær at gera við spurningin um gjald fyri, at yvirlæknar brúka almenn høli, tól, starvsfólk og annað í síni privatu viðgerð.

 

Visjón í verki

Ískoyti mítt til sjúkrahúskjakið skal vera hetta.

 

Bygningar eiga at verða latnir øðrum myndugleika at umsita. Verður verklagslógin samtykt, eigur treytin at vera, at Hans Pauli missir ræði á bygningunum og í staðin skal gjalda fyri at leiga teir frá onkrum stovni við nøktandi førleika og fatan.

 

Vit eiga greitt at seta orð á, hvørjar tænastur, ið fella uttanfyri almenna tilboðið (helst neyvari hugtøk enn dibbeduttkirurgi), og hvørjar tænastur fella innanfyri, men kunnu fáast betri ella skjótari fyri gjald (kanska á eygna- og oyrnaøkinum), og fleiri tænastur eiga at kunna bjóðast (t.d. at pápar um ikki annað sleppa at gjalda fyri matin á føðideildini heldur enn at sita svangir).

 

Tí sjálvandi skulu dugnaligu starvsfólk okkara í heilsuverkinum hava høvi at tjena meira, um tey vilja tað – vilja tey heldur lekja ella skera onkran enn at hyggja í sjónvarp, so skulu tey vera hjartaliga væl komin fyri mær – júst sum onnur starvsfólk eisini skulu kunna velja at vera meira við hús hjá børnum og abbabørnum og so tjena minni.

 

Men vit mugu hava skipaði viðurskifti, so vit ikki kalla milliónaumsetning fyri “lítið ella einki” og so vit ikki í okkara tíð, tá ið fólk krevja meira, og ongin endi er á teimum hugsandi tilboðunum, hava minkandi útboð av gjaldsviðgerð. Tvørturímóti mugu vit greitt skipa tilboðini, so bæði sjúkrahúsverkið og sjúklingar á ódýrasta og best skipaða hátt kunnu keypa sær ta tænastu, ið nú einaferð kann fáast í Føroyum. Hvat er t.d. best, tá ið ræður um ‘staraskurð’ í eygunum – at senda fólk til Íslands, at fáa íslending heim higar, at biða okkara lækna arbeiða yvir, ella lata eygnalæknar bjóða privatar tænastur út í almennum hølum?

 

At enda vil eg skjóta upp, at vit taka alneyðuga stigið at tryggja støðið á bæði útreiðslum og dygd í framtíðini, at vit seta á stovn læknaskúla í Føroyum. Nakrir fáir fulltíðarsettir læknar kunnu samskipa gransking og undirvísing hjá øllum teimum mongu, ið hava evni og hug til tess í Føroyum. Eins og við løgfrøðini, ið nú er byrjað, verður ikki talan um at bjóða alla útbúgvingina í Føroyum, uttan heldur at granska egnu viðurskifti okkara og geva fólki høvi at taka partar av útbúgvingini her heima. Vit høvdu kunna tikið hóskandi flokkar upp, ið frá byrjan vistu, at teir skuldu taka ‘joint-degree’ frá Fróðskaparstrenum og øðrum samstarvsskúla; eins og sjófólk okkara høvdu hesi virkað í fleiri ymsum londum, men kortini altíð havt heimstað, børn og røtur sínar í Føroyum.

 

Alt gott um dibbeduttkirurgi, men var ikki líka gott ella betri at latið læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, tannlæknar og onnur heilsufólk vunnið hægri løn fyri at granska og undirvísa?