Didier Drogba í hálvfinaluni í ANC

Fyrsti hálvleikur var ein taktiskt merktur dystur í fyrsta hálva tímanum av dystinum, og serliga Guinea vóru varnir. Men eftir 25 minuttir setti Abdulkader Keita bóltin í netmeskarnar frá høgra vongi, og so var Fílabeinsstrondin komin í gongd.

 

Málið noyddi Guinea longur fram á vøllin, og at leggja teirra varni til síðis. Hetta hevði so við sær at Didier Drogba og hansara liðfelagar fingu meira pláss at spæla á, og tá eru teir øðiliga vandamiklir.

 

Guinea megnaðu at halda álopssinnaðu leikarunum frá Fílabeinsstrondini burtur frá málinum, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki bragdaði veruliga hjá Fílabeinsstrondini.

 

Fílabeinsstrondin hevur havt stóra gleði av at hava liðskiparan, Didier Drogba á liðnum, og hann tykist vera óhugnaliga væl fyri í løtuni, og man tað uttan iva koma væl við hjá Avram Grant, ið er venjari hjá Chelsea, har Drogba spælur til dagligt. Tað var júst Chelsea-leikarin, ið stóð fyri málinum til 2-0, tá gott og væl 20 minuttir írestaðu. Liðfelagi hansara í Chelsea, Salomon Kalou vildi eisini gera vart við seg, og tríggjar minuttir aftaná málið hjá Drogba, skoraði hann sítt fyrsta í dystinum, og so var 3-0. Sami Kalou skoraði eisini til 4-0, áðrenn Bekari Kone kundi sláa sigurin fastan við 5-0.