tíðindaskriv
Hesir eru nakrir av teimum spurningum, ið eru tengdir at sokallaðu ?digitalu kollveltingini?, sum hevur við sær, at ein alsamt vaksandi partur av tí samskifti sum verður til í fyrisitingini verður talgildur (digitaliseraður). Kjarnin í omanfyristandandi spurningum snýr seg um varðveiting, tvs. hvussu varðveita vit tað talgilda tilfarið eins væl og tilfar sum verður varðveitt á pappíri.
Varðveiting ? ein samfelagsuppgáva!
Ein týdningarmikil samfe-lagsuppgáva, serstakliga tá talan er um almenna fyrisiting, er ein skipað varðveiting av skjølum og søvn-um (samlingar av skjølum). Tað er bæði siðvenja og lógarfest, at almenn skjøl skulu varðveitast, so at tey eru atgongd í framtíðini. Í Føroyum er tað Landsskjalasavnið, ið hevur ábyrgdina á hesum øki. Mál sum verða til í almennu fyrisitingini verða til undir eftirliti av Landsskjalasavninum, og tá almenn skjøl fáa ein ávísan aldur (umleið 30 ár), verða tey vanliga avhend Landsskjalasavninum. Onkur kundi hildið, at best var at varðveitt alt sum verður framleitt í tí almenna, men hetta er ikki sannlíkt, m.a. orsakað av plásstroti, og tí verður valt út hvat skal varðveitast og hvat skal koyrast burtur.
Øll skjøl higartil avhend Landsskjalasavninum hava verið á pappíri. Hetta merkir m.a., at tilfar sum upprunaliga hevur verið talgilt, skal útskrivast og skipast í mál, áðrenn tað verður latið Landsskjala-savninum í varðveitslu. Orsøkirnar til hesi krøv eru: 1) at ongar neyvar reglur eru fyri eini skipaðari talgildari avhending, og 2) at førleikin, og serliga royndir, við tøkniligum krøvum til varðveiting av talgildum tilfari vanta í Føroyum. Í longdini fer hetta ikki at verða nøkur gongd leið, serliga orsakað av sokallaðu pappírleysu fyrisitingini.
Hin pappírleysa fyrisitingin
Hesi seinastu árini er vorðið greitt at hin pappírleysa fyrisitingin er við at gerast veruleiki, og alsamt vaksandi partur av samskiftinum er elektroniskur heldur enn á pappíri. Tað er eysæð, at her eru fleiri fyrimunir tengdir at hesi gongd, eisini tá talan er um varðveiting. Ein hin størsti fyrimunurin er, at elektronisk søvn krevja lítið pláss, og hetta gevur í princippinum møguleika fyri at varðveita alt sum verður framleitt. Samstundis eru eisini avbjóðingar í hesi gongd. Ein hin størsta er spurningurin um, hvussu vit velja at varðveita. Munurin á pappírskjølum og talgildum skjølum er, at tey talgildu skjølini ikki eru ?beinleiðis atgongd?, tvs. ikki kunnu lesast uttan við nýtslu av tí tøkni, tey vórðu framleidd við. Trupulleikin er, at tøkni (rit- og tólbúnaður) broytist við tíðini, og tað sum er framleitt við galdandi tøkni sjáldan kann lesast av framtíðar tøkni. Fyri at tryggja skjøl í framtíðini er tí neyðugt at hugsa um varðveiting frá byrjan av, tvs. frá tí at skjølini verða framleidd. Fyri at kunna gera hetta er neyðugt at hava ein greiðan varðveitingarpolitikk á økinum.
Í øðrum londum, eitt nú Stóra Bretlandi, Danmark, Íslandi og USA hava myndugleikar tikið hetta mál í størsta álvara, og hava tí roynt at virka loysnir fyri varðveitslu av talgildum tilfari. Føroyar eru enn ikki komnar so langt. Hetta hevur við sær, at í dag er eingin skipaður politikkur, tá tað snýr seg um at varðveita elektronisk skjøl í Føroyum. Við tað, at eingin skipaður politikkur er á hesum øki, eru heldur ongar leiðreglur fyri varðveiting av elektroniskum skjølum. Hvør stovnur arbeiðir í sínum lagi og roynir sum best. Heldur henda gongd fram er møguleiki fyri, at eingi av hesum skjølum eru atgongd um stutta tíð.
Evnisdagur
Í næstum skipar Landsskjalasavnið fyri evnisdegi fyri fyrisiting landsins, um framtíðarpolitikk Føroya innan varðveiting av almennum savnindum. Endamálið er at seta í gongd eitt kjak, og at varpa ljós á týdningin av evninum. Ætlanin er, at eitt tílíkt kjak skal skapa grundarlag fyri, at avgerðir kunnu verða tiknar.
Á evnisdegnum verða m.a. hesir spurningar lýstir:
?Hvussu skulu talgild savnindi varðveitast ? í hvørjum skapi skulu tey varðveitast?
?Hvørji savnindi skulu varveitast? Skulu eitt nú teldupostar varveitast?
?Skulu Føroyar seta standardir fyri í hvørjum líki savnindi skulu varðveitast ? so sum eitt nú í Danmark?
Á evnisdegnum, ið verður hildin 11. mai 2005 á Sjómansskúlanum í Havn, verða fyrilestrar hildnir m.a. av Baldur M. Bragason (Tjóðarskjalasavn Íslands), Jan Danielsen (IT- og Telestyrelsen), Leif Abrahamsen (Føroya Gjaldstova), Umboð fyri Mentamálaráðið, John Kjær (Landsskjalasavnið) og Sámal T. F. Johansen (Landsskjalasavnið).