Dimm, Dimmari, Dummast

Dorit Hansen
[email protected]
--------

Fyri hálvum øðrum ári síðani gav Dimma sær sjálvari ársins neyðrakett fyri fíggjarligt óskil. Í ár burdi Dimma kanska fingið rakettina aftur, hesuferð fyri redaktionelt óskil.

Dimmu reinføri
»Eitt endamál hjá flestu londum í framkomna heiminum er at hava moralskt reinføri.«
Soleiðis byrjaði oddagrein við heitinum »Reinføri« í Dimmu seinasta hósdag. Oddagreinaskrivarin heldur síðani fram við at greiða frá, hvussu Dimma heldur seg moralskt reina við millum annað ikki at lata onnur gjalda ferðaseðlar fyri starvsfólk á Dimmu. Hetta er tó ikki galdandi, um allir miðlar verða bodnir við – hvør skal siga, um onkur er førur fyri at keypa alla føroysku pressuna í senn, so eru vit til sølu, annars ikki.
Oddagreinin er partur av drúgvari neiligari viðgerð hjá Dimmu av ferðini hjá uttanríkisráðnum og Granskingarráðnum til Brússel. Tað, sum Dimma áhaldandi hevur funnist at, er, at uttanríkisráðið einans hevur boðið Kringvarpinum við, og at Kringvarpið hevur tikið av.
Møguliga er oddagreinin í Dimmu eisini eitt aftursvar til miðlateig hjá undirritaðu í Sosialinum dagin fyri, har eg seti spurnartekin við øsingina hjá Dimmu og undrist yvir, at journalistiski integriteturin skal verða hóttur av einum ferðaseðli. Allir miðlar fáa ókeypis atgongdir av ymiskum slag, men fyri tað eiga redaktiónirnar at vera so mikið sterkar, at tær halda fast í sakligan og kritiskt eygleiðandi journalistikk.

Dimmu dummleiki
Hósdagin helt eg oddagreinina vera eitt sindur stuttliga, men fríggjadagin fekk eg spýggjandi vaml. Tí sama blað, sum reypar um, hvussu moralskt og reinført tað er, hongur minni enn eitt døgn seinni ein ikki-almennan, ikki-dømdan føroying út á forsíðu og grein við fullum navni og stórari mynd.
Í oddagreinini hósdagin skrivar Dimma, at »vit eru eitt lítið samfelag, har tey flestu kenna hvønn annan so ella so. Ein slík samanseting av borgarunum krevur, at vit hava uppaftur strangari eftirlit við, at alt fer rætt fram.« Hvussu í allari víðu verð kann ein redaktión skriva hetta, og so nakrar tímar seinni senda seinasta vikuskiftisblað á gøtuna? Tað mugu mangla onkrar skrúvur ella heilasambond onkrastaðni at hava eitt so ræðandi kikarasýn.
Tað er ikki nøkur umbering fyri Dimmu, at Vágaportalurin kvøldið fyri hevði havt eina beinleiðis leinkju til kanadiskan miðil, sum vísti navn og mynd. Vágaportalurin strikaði skjótt leinkjuna, og tað kann ikki passað, at seriøsa Dimma hevur slaturjournalistikk úr Vágunum sum fyrimynd. Um hatta er moralska reinføri hjá Dimmu, vil eg fegin verða løgd undir at eggja til skitnan rotinskap.

Dimmu ráð
Tað er gott, at miðlar eru á varðhaldi, eisini mótvegis hvørjum øðrum. Men tað er troyttandi, at øll mál skulu drukna í innanhýsis smáligheit og øvundsjúku.
Um Dimma hevði farið til Brússel, um allir miðlar vórðu bodnir við, so latið Kringvarpið eiga handan vinkulin í frið og skrivið um tað, sum málið veruliga snýr seg um: nýggjar spennandi møguleikar hjá føroyskari gransking og manglandi føroyskan Evropapolitikk.
Dimma hevur eisini leingi prikað Miðlahúsið við, at Dimma eigur einasta óhefta blað í Føroyum. Tað er sunt, at spurningur verður settur við, um Miðlahúsið er nóg atfinningarsamt, serliga mótvegis fíggjarligum stuðlum, men Dimma er neyvan so rein, sum hon letst. Viðgerðin av t.d. Eik og Posta ber mangan brá av at vera meir enn bara sakligur journalistikkur.
Men vónandi dugir Dimma at taka góðu ráðini í oddagreinini til sín: »Tí eiga vit at ansa eftir og minna hvønn annan á, at korruptión og vina- og kenningapolitikkur er ein farin tíð.« Men kanska eisini hava í huga, at korruptíon er bara ein av rótunum til alt tað ónda. Manglandi menniskjalig virðing er ein onnur.