BLAÐÚTGÁVA
Við fráboðanini frá Dimmusamtakinum í gjár tódnaði føroyski blaðheimurin álvarsliga inn.
Keypið av Vinnuvitan og Vikublaðnum var helst ætlað at styðja undir inntjeningina hjá samtakinum, og geva Dimmalætting fleiri bein at standa á, sum tað æt í vár. Men sambært blaðstjóranum hevur fyritøkan rent seg inn í eina fíggjarkreppu, sum hevur ført til, at lýsingamarknaðurin ikki er til meiri í sama líki, sum í vár.
Men spurningurin er, hvussu óvart hetta kann vera komið á leiðsluna í samtakinum, tí við at skeita skjótt gjøgnum roknskapirnar hjá samtakinum sæst, at undirskotið seinastu árini hevur verið munandi, um bert verður hugt at rakstrinum av Dimmalætting.
Seinastu trý árini hevur undirskotið av beinleiðis rakstrinum verið 4,3 milliónir fyri 2005, 3,674 milliónir í 2006 og 3,9 milliónir í 2007.
Við at selja burtur av ognum hjá felagnum – partabrøvini í Team 85 – seinastu árini hevur samtakið kortini megnað at hildi undirskotinum niðri á ávikavist 1,161, 1,261 og 218.000 krónum.
Tað er starvsfólkakostnaðurin, sum hesi árini hevur verið væl størri enn samlaði umsetningurin hjá Dimmalætting, og saman við avskrivingunum hevur hetta so elvt til stóra undirskotið hesi árini.
Trimmað starvsfólkini
Konseptið var annars spennandi við einum »tyngri« analytiskum vinnublaði og tí meiri lætta lýsingarblaðnum. Og orkan at framleiða hesi bløðini var eisini stór, tilsamans táttaði starvsfólkatalið í tey 70 fólkini.
So líðandi hevur verið trimmað burtur av hesum stóra tali av fólkum, men tað hevur so ikki munað nóg mikið til, at lønandi rakstur fekst í útgávurnar.
Spurnartekin kann so setast við, hvussu skilagóðar hesar íløgurnar í Vinnuvitan og Vikublaðið vóru, men sambært Árna Gregersen hevði hann gjørt júst tað sama umaftur, hevði høvið býðst av nýggjum.
Men tær synergi-effektir, sum roknað var við, fingust eftir øllum at døma ongantíð at virka, og tá Vinnuvitan jú framman undan gav hall varð gitt, at tað blaðið endaði sum eitt innlegg í Dimmalætting einaferð um vikuna.
Hví alt so ikki gekk sum ætlað er verri at gita um. Vit vildu fegin spurt nevndarformannin, Lisbeth L. Petersen, um talan var um eina grella feilíløgu, hvør eigur ábyrgdina og um nakrar leiðsluligar avleiðingar standast av, men tað bar ikki til at fáa orðið á hana í morgun.
Eingin fer væl av at ein annar fer illa, verður tikið til, og vit kunnu bert ynskja Dimmalætting blíðan byr, nú tey kendu seg noydd at sleppa Vikublaðnum og Vinnuvitan.
Dimmusamtakið hevur slept Vinnuvitan og Vikublaðnum, og skal nú reka Dimmalætting einsamalla