Solby A. Eliasen, programmleiðari, Kringvarp Føroya
-------
Rættleiðing til oddagrein í Dimmalætting mánadagin tann 22. februar 2010
Í hesi oddagrein finst greinaskrivarin at Kringvarpi Føroya fyri millum annað ikki at vera medvitað um sín leiklut í javnstøðustríðnum, tá ið barnaútvarpið í síðstu viku varpaði ljós á javnstøðu og millum annað spurdi børn, hvørjar húsligar skyldur tey hava við hús. Hendan sending varð síðani grundarlag undir oddagreinini hjá Dimmalætting mánadagin.
Greinaskrivarin finst at, at ongir dreingir – men bara gentur – vórðu spurdar, hvørjar húsligar skyldur tær hava, og at Kringvarp Føroya harvið fastheldur kvinnufatanini í einari aldargamlari siðvenju, sum ikki fremur javnstøðu millum kyn í Føroyum.
Harmiligt er tað, at greinaskrivarin grundar sína ákærur á eina misskiljing. Tí hevði hon ella hann ómakað sær at lurtað eftir barnaútvarpinum miku- og hósmorgunin eisini, hevði viðkomandi hoyrt dreingir greiða frá, hvussu teir hjálpa til við eitt nú uppvaski og matgerð við hús.