Tórshavnar kommuna hevur higartil onga krónu brúkt til umvæling av bygninginum við Fr. Petersensgøtu, hóast Dimmalætting skrivar, at millum tvær og tríggjar milliónir eru brúktar. Tórshavnar kommuna hevur, fyri at tryggja sær, at einki skeivt verður gjørt, biðið um tilboð upp á eina umvæling.
Í samrøðuni millum blaðmannin, Heina Gaard, og kommunustjóran, upplýsti blaðmaðurin fyri kommunustjóranum, at bygningurin var handlaður tveir mánaðir, áðrenn Tórshavnar kommuna keypti hann. Tað segði kommunustjórin seg ikki vita, og spurdi blaðmannin, hvussu hann visti tað. Blaðmaðurin upplýsti, at tað stóð í skeytinum, sum var tinglýst 8. mars 2007.
Kommunustjórin greiddi tíðindamanninum frá, at hann hevði ikki málið framman fyri sær og hevði tí álit á, at tað, sum tíðindamaðurin segði um tinglýsingina, var rætt.
Sannleikin er kortini, at skeytið er dagfest 8. mars 2007 og tinglýst tann 16. mai 2007. Tað er dagin eftir, at Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað sítt skeytið.
Tað er harmiligt, at tíðindamaðurin, Heini Gaard, sum ringir til kommunustjóran um handilin, upp á fyrispurning frá kommunustjóranum um, nær skeytið frá P/f Fastogn til Sp/f 1. august 2007 er tinglýst, svarar, at hetta er tinglýst 8. mars 2007.
Fyri at rætta teir faktuellu skeivleikar, sum eru í blaðgreinini í Dimmalætting týsdagin 12. februar 2008, verður málið niðan fyri lýst í kronologiskari raðfylgju.
Málið byrjar við, at Tórshavnar kommuna fær boðið skrivstovubygningin við Fr. Petersensgøtu til leigu. Samráðingar eru við Advokatskrivstovuna, sum umboðar P/f Fastogn, ið Advokatskrivstovan langtíðarleigar frá. Endamálið hjá kommununi var at leiga bygningin til fyrisiting.
Ein komandi leiguavtala varð umrødd í Fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Tilboðið var at leiga 500 fermetrar fyri kr. 950,- fyri fermeturin. Umframt ljós og hita. Árliga leigan var sostatt 475.000 krónur.
Fíggjarnevndin helt, at betri var at keypa bygningin at nýta fyribils, til nýggjur fyrisitingarbygningur er bygdur, og síðan selja hann aftur.
Kommununi stóð í boði at keypa bygningin fyri 8,5 mió. krónur. Í tí tilboðnum vóru eisini eini grannahús, sum neyðugt var at umbyggja, um tey skuldu kunna brúkast til fyrisiting.
Gjørt varð av ikki at keypa grannahúsini. Semja var síðan um ein prís áljóðandi 7 mió. krónur fyri skrivstovubygningin.
Tann 17. apríl 2007 er fundur millum fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu og umboð fyri Advokatskrivstovuna um málið. Tá verður upplýst, at P/f Fastogn eigur ognina, men at ein annars eigari fer at selja kommununi ognina. Í tingbókini framgongur, at Advokatskrivstovan hevur selt P/f Fastogn samlaðu ognina fyri kr. 6,5 mió. í 2004, tinglýst tann 8. mars 2004. Prísurin fyri skrivstovubygningin var tá 4.765.000 krónur.
18. apríl 2007 var málið fyri á fíggjarnevndarfundi, har ein meiriluti mælti býráðnum til at keypa ognina matr. 853m til yvirtøku 1. januar 2008. Hesum tók býráðið undir við uttan atkvøðugreiðslu á býráðsfundi 23. apríl 2007.
Tá hesin prísur verður hildin upp móti teimum sjey mió. krónunum, sum Tórshavnar kommuna fær boðið bygningin fyri í 2007, skal eisini havast í huga tann prísmunur, sum var á fastari ogn í innara parti av Tórshavnar kommunu í 2004 og í 2007.
Í tinglýsingini frá 16. mai 2007 sæst, at P/f Fastogn hevur selt Sp/f 1. august 2007 ognina fyri 6,5 mió. krónur.
Ætlanin var at brúka skrivstovubygningin við Fr. Petersensgøtu til kommunala fyrisiting. Tí er neyðugt við ávísari tillaging, so eitt nú rørslutarnað fólk fáa atgongd til bygningin.
Tað stendur einum hvørjum greitt, eisini býráðslimum, at skulu høli, sum flutt verður úr, takast aftur í nýtslu, er neyðugt við ávísum ábótum.