Dimmalætting keypt Vinnuvitan

Enn ein samanlegging er farin fram í føroyskum vinnulívi. Í gjárkvøldið undirskrivaðu Dimmalætting og Vinnuvitan sáttmála um samanlegging Árni Gregersen, forstjóri á Dimmalætting segði við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri løtu síðani, at samráðingar hava verið í hálvan annan mánaða um samanlegging. Tað vil siga, at tað er Dimmalætting, sum keypir Vinnuvitan, sum eigur Vikublaðið og Skipalistan. Forstjórin vil onki siga um, hvussu djúpt í lumman Dimmalætting mátti taka fyri at fáa hendur á Vinnuvitan.

Tað er Eik Investment Banking, sum hevur avgreitt søluna av Vinnuvitan til Dimmalætting.