“Tað eydnaðist ikki Dimmalætting at fáa fatur á John Johannessen fyri evstamark hjá blaðnum í dag”
Hesa umberingina brúkti Dimmalætting, tá hon í útgávu nr. 124 týsdagin 1. juli 2008 valdi at hongja familju mína og meg út á forsíðuni við dulnevndum keldum sum grundarlagi, uttan at hava kannað veruligu umstøðurnar og uttan at hava biðið um mínar viðmerkingar, eins og góður fjølmiðlasiður er.
Dimmalætting leyg, tá hon skrivaði, at tað ikki eydnaðist at fáa fatur á mær. Tí Dimmalætting ringdi ikki til mín. Hetta gjørdi eg blaðstjóran varugan við, og klokkan 15.08 týsdagin ringdi hann so til mín, har hann helt fast við, at Dimma fleiri ferðir hevði roynt at fingið fatur á mær, men at eg svaraði ikki.
Mikudagin lýgur Dimma aftur. Hesaferð er tað sjálvur blaðstjórin, sum undir einari viðmerking frá mær á síðu 10, útgávu nr. 125, 2. juli 2008 skrivar: “Harra John Johannessen! Dimmalætting fekk ikki fatur á tær, hóast ringt varð fleiri ferðir. Gøla? Løgtingsmaður seinkar flogfari. Hvat heldur tú sjálvur?”
Her lýgur sjálvur blaðstjórin og prógvar, at nýggja amboðið hjá gomlu Dimmu er sjálv lygnin.
Tíbetur hevur Vodafone fingið loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum at kanna allar inngangandi samrøður til mína telefon frá mánadegnum fyrrapart, tá vit lendu í Vágum, og til týskvøldið eftir at Dimmalætting var borin út. Listin hjá Vodafone og Fjarskiftiseftirlitinum prógvar mítt uppáhald. Dimmalætting lýgur og hevur bert ringt til mín týsdagin 1. juli klokkan 15.08, eftir at eg hevði lagt boð til blaðstjóran um at ringja til mín.
Mitt telefonnummar er at finna í telefonbókini, á HYPERLINK "http://www.nummar.fo" www.nummar.fo, á heimasíðu løgtingsins, á mínari heimasíðu og á heimasíðu Javnaðarfloksins. Tað skuldi ikki verið so trupult hjá Dimmu at leita tað fram.
Sí hjálagda lista niðanfyri frá Fjarskiftiseftirlitinum og Vodafone og met um nýggja trúvirðið hjá gomlu Dimmu. Telefonirnar hjá Dimmu hava 5412, sum fýra tey fyrstu tølini. Tvey tey seinastu tølini eru tikin burtur úr uppringingum frá vinfólkum, fyri at verja teirra identitet í hesum máli.
Móttikið
522242
4563**
2008.jun.30 12:11:45 PM
Móttikið
522242
211489
2008.jun.30 12:40:03 PM
floksskrivarin
Útgangandi
522242
202020
2008.jun.30 12:57:25 PM
Inngangandi
522242
202020
2008.jun.30 01:01:31 PM
Útgangandi
522242
DULT
2008.jun.30 08:26:43 PM
Móttikið
522242
211489
2008.jul.01 09:36:09 AM
floksskrivarin
Útgangandi
522242
541234
2008.jul.01 02:51:45 PM
Her ringi eg til blaðstjóran á Dimmu
Móttikið
522242
541234
2008.jul.01 03:08:31 PM
Her ringir blaðstjórin á Dimmu aftur til mín
Móttikið
522242
3020**
2008.jul.01 09:11:50 PM
Móttikið
522242
4418**
2008.jul.01 10:09:48 PM
Móttikið
522242
DULT
2008.jul.01 10:53:32 PM
Afturat hesum hevur telefonin hjá mær sjálv skrásett nøkur uppkall, har eg ikki havi svarað telefonini. Tey eru hesi:
ósvarað
522242
2296**
2008.jun.30 08:26:?? PM
ósvarað
522242
4577**
2008.jul.01 10:58:?? AM
ósvarað
522242
4577**
2008.jul.01 12:07:?? PM
ósvarað
522242
4577**
2008.jul.01 01:09:?? PM
ósvarað
522242
DULT
2008.jul.01 02:27:?? PM
ósvarað
522242
211489
2008.jul.01 02:30:?? PM
floksskrivarin