Fyritøkan Dimmalætting fær nýggjan stjóra 1. oktober.
Tað er Hjalgrím Samuelsen, sum í løtuni er menningarleiðari í Føroya Sparikassa.
Hjalgrím Samuelsen er 35 ára gamal. Hann er útbúgvin cand. merc. frá Handilsháskúlanum í Århus, haðani hann tók prógv í 1992.
Hann skal vera stjóri fyri allari Dimmalættingar koncernini, sum umframt blað og prentsmiðju eisini umfatar dótturfeløgini Team 85 og Tór Data. Har arbeiða tilsamans umleið 50 fólk.