Diplomatiskir tónar frá Sea Shepherd

Í gjárkvøldið kom umhvørvisskipið Brigitte Bardot á Havnina, har løgregla og tollvald tóku ímóti. Boðskapurin til føroyingar var í fyrstu syftu diplomatiskur, men spurningurin er nú, hvat hendir, tá ið grindaboð verða.

Tíðindini fingu bein at ganga á, tá ið umhvørvisskipið Brigitte Bardot, sum er partur av átakið hjá Sea Shepherd, í gjár var at síggja millum oyggjarnar. Skipið kom siglandi suður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og tá ringdu fleiri fólk fyri at boða frá, at tey høvdu sæð skipið.

Hetta er tað, sum føroyingar hava bíðað eftir í eina tíð. Sea Shepherd hevur lagt alla sína orku í eitt summartiltak í Føroyum, og tá ið Brigitte Bardot nú var at síggja sigla millum oyggjarnar, var tað tekin um, at sokallað grindakríggið hjá Sea Shepherd í Føroyum veruliga er byrjað.

Brigitte Bardot stevndi inn á Havnina, har løgregla og tollvald tóku ímóti fyri at fremja passeftirlit og at kanna skipið.


Dimplomatiskar orðingar

Sea Shepherd hevur á heimasíðu sínari kunngjørt fyri allari verðini, at tað nyttar ikki at tosa við føroyingar longur, tí føroyingar lurtar ikki. Tí er neyðugt við veruligum átøkum fyri at steðga grindadrápinum í Føroyum, og verður neyðugt at leggja upp í grindadrápi, so sær Sea Shepherd ongan annan møguleika enn at gera tað.

Men á bryggjuni í Havn í gjárkvøldið var tónin munandi meira diplomatiskur.

Peter Hammerstedt, sum hevur verið í Føroyum áður umboðandi Sea Shephard, førdi orðið fyri tey 12, sum manningin umborð á Brigitte Bardot telur. Hann segði við Kringvarpið, at tey fara at virka innanfyri galdandi lóggávu og ynskja ikki at bróta nakra lóg.

Peter Hammerstedt greiddi frá, at tey hava filmslið frá Animal Planet við og at túrurin fyrst og fremst er gjørdur fyri teirra skyld. Í tí sambandi segði hann, at tey meta tað vera umráðandi, at føroyingar eisini verða hoyrdir, soleiðis at føroyski vinkulin eisini sleppur upp í part.

Stóri spurningurin er nú, hvat hendir, tá ið grindaboð verða. Tá liggur Brigitte Bardot neyvan við kai í Havn og tosar diplomatiskt við føroyingar.


(+ myndir av Brigitte Bardot)

Eyðkenda skipið Brigitte Bardot liggur í løtuni við bryggju í Havn, meðan manningin er sædd spáka í havnagøtum fyrrapartin

Myndir Álvur Haraldsen


Brigitte Bardot er ein tríkilja


12 fólk eru umborð á skipinum


Nógvir føroyingar vóru í gjárkvøldið á bryggjuni og hugdi eftir skipinum, sum fer at stríðast ímóti grindadrápi í summar




Fakta


Skip: Brigitte Bardot

Slag: Tríkilja

Longd: 34,9 m

Breidd: 14,1 m

Ferð: 24 knots (44 km/t)

Manning: 12-16 fólk