Direct Level

Dan Danielsen - sang og gittar
Johnny Mikkelsen - gittar
Dávid í Lág - nass
Martin Fredriksberg - trummur

Bólkurin varð stovnaður í juli mánaði í 2003, og sum nakað av tí fyrsta vóru teir við í kappingini GospelPrix seinni í 2003. Har eydnaðist tað at fáa annað plássið aftanfyri bólkin I AM. Tónleikararnir í bólknum eru av Strondum, og teir hugsa fyrst og fremst um hendan bólkin, tí teir spæla ikki við í øðrum bólkum.
Gittarspælararnir í bólkinum skriva tekstirnar til sangirnar, meðan løgini verða smíða av bólkinum í venjingarhølinum. Teir hava einar sangir at velja ímillum, og fleiri eru á veg. Tekstirnir eru á enskum.
Direct Level hevur síðstu tvey árini spælt til konsertir ymsastaðni kring landi ? á Margarinfabrikkini í Havn, miðbýnum í Runavík, Keldu í Skálafirði og í Losjuni í Gøtu til dømis.