Magnus Gunnarsson
Land Rover í Føroyum
Her hjá okkum hava Land Rover eisini verið nógv brúktir, og vóru einastu jeeparnir her í nógv ár. Tá fólk tosaðu um ein jeep, varð meint við ein Land Rover. Teir vórðu brúktir allastaðni, har vegirnir vóru vánaligir og ringt var at koma til, sum t.d. í Mjørkadali, á Sornfelli, á Loran C støðunum, eins og flestu bøndur høvdu ein Land Rover.
Karossaríið úr aluminium
Men dagsins Land Rover eru nógv broyttir. Hesin Discovery II, er ein nýggj útgáva av tí fyrra Discovery. At síggja til er hann ikki so nógv broyttur, tó er bilurin vorðin longri og breiðari, eins og hann er tekniskt sera framkomin. Hetta hevur ført til at Discovery er ein av teimum fínastu jeepum á marknaðinum. Sum vanligt á Land Rover, er karossaríið úr aluminium, heilt upp til takið.
Tekniskt framkomin
Discovery er tekniskt sera framkomin, umframt tað at hann hevur støðugt fýrahjólstrekk og luftfjaðrar aftan, hevur hann t.d. Hill Descent Control (HDC), ið ger tað lættari og meira trygt at koyra í undanbrekku, eitt nú í haganum. Electric Brakeforce Distribution (EBD), sum deilir bremsukraftina, alt eftir hvussu bilurin er lastaður. Active Cornering Enhancement (ACE), ið stuðlar bilin í svingum. Self Leveling Suspension (SLS), har fjaðraskipanin sjálv javnar hallið á bilinum og Electronic Traction Control (ETC), ið deilir kraftina til tað hjólið sum hevur best vegtak. Tilsamans gera allar hesar skipanir Discovery til ein jeep við framúr góðum off-road eginleikum.
Best off-roader
Bilurin, vit royndarkoyrdu, hevði 5 syl.2.5 litur dieselmotor við Intercooler og 137,5 hk., og vísir hann seg at hava yvirskot av kraft og er sera ljóðleysur. Man situr høgt og bilurin er rúmligur innan, og er sum ein stórur persónbilur at koyra. Hann er sera væl útgjørdur og hevur t.d. automatiskt klimaanlegg, el-rútar aftan og framman, radio við fløguspælara, el-spegl, og alufelgur. Um man setur í bakkgear, meðan viskararnir framman er tendraðir, fara vaskararnir aftan automatiskt í gongd.
Í fjør bleiv Discovery ll kosin sum ?The best Off- roader? av enska bilblaðnum Auto Express.
Land Rover Discovery II TD5i S
Motorurin 2,5 litur 5 syl.diesel 137,5 hk.
Turbo / Intercooler 0-100 km/t 15,3 sek.
Oljunýtsla 10,6 km/l
Dekkstødd 235/70-16
Stødd og vekt
Longd 470,0 cm
Breidd 188,5 cm
Hædd 198,0 cm
Eginvekt 2025 kg.
Totalvekt 2750 kg.
Max. vekt á viðfestivogni 500 kg
Prísur kr. 463.000,-
sum vøruvognur kr. 345.800,-
Søluumboð P/F D.B. Bilar
Jónas Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tlf. 310600