-Eg roknið ikki við, at diskoskast fer at hava nakran áhuga millum áskoðarar, fyrr enn tey loyva okkum at kasta diskos eftir hvørjum øðrum. Hesi orðini eigur Al Oerter, sum er ein tann mest vinnandi diskoskastarin nakrantíð, og einasti maður sum hevur megnað at sett olympiskt met fýra fylgjandi olympiskar leikir. Triðju ferð (1964) hann gjørdi tað, var hóast ordrar frá læknanum um at steðga, tí hann hevði ein skaða í rygginum og hevði skrætt brósk í bringuni. Men spurdur aftaná, hví hann kastaði hóðast ordranar frá læknanum, svaraði hann »hetta eru olympisku leikirnir, tú doyrt fyri teir!«
Diskoskast var ein av greinunum á teimum gomlu grisku leikunum, og var við fyrstu ferð á 18. olympisku leikunum í 704 fyri kristi føðing. Ein veit lítið um, hvussu í diskos varð kastað tál. Onkur heldur, at tað einans var eitt standandi kast, har styrki var tað týdningarmiklasta, meðan onnur halda, at tað var meir at líkna við diskoskast í dag, har kastarin melur hálvan aðruferð og síðan kastar. Ein veit heldur ikki, hvussu tungir diskarnir vóru tá. Teir, sum eru funnir, eru gjørdir av gróti ella bronsu, og viga millum 2 og 5 kg.
Diskoskast hevur verið partur av olympisku leikunum, síðan teir blivu endurstovnaðir í 1896. Diskurin hjá monnum vigar 2 kg, meðan hann vigar 1 kg hjá kvinnum.
HeimsmetMennJurgen ShultEysturtýskland74,08 m
OyggjaleikametMennGøran EklundÅland49,22 m
Føroyskt metMennHeri ZiskaBragdið48,50 m
HeimsmetKvinnurGabriella ReinschEysturtýskland76,80 m
OyggjaleikametKvinnurLinda LiljeroosÅland 43,40 m
Føroyskt metKvinnurIngibjørg PoulsenBragdið30,05 m