Diskriminera útlendsk ítróttarfólk

-Tað kann ikki vera rætt, at vit bjóða útlendskum ítróttarfólki heilt aðrar treytir fyri at virka og liva í Føroyum, enn vit bjóða øllum øðrum borgarum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Nógv útlendsk ítróttarfólk liva og virka í Føroyum, og fleiri teirra hava, umframt ítróttin, eisini eitt arbeiði. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, finst í dag at møguleikunum, sum hesi útlendsku ítróttarfólkini hava.

-Útlendsk ítróttarfólk fáa sersømdir at koma til Føroya. Men afturfyri skulu tey haldast í ein láglønarbólki, og sleppa sostatt ikki at virka á sama hátt sum tú og eg. Hetta er beinleiðis órímiligt og ger, at útlendsku ítróttarfólkini verða dømd at vera á einum B-liði í føroyska samfelagnum, uttan somu møguleikar sum aðrir borgarar, sigur Bjørt Samuelsen.

Bjørt Samuelsen vísur á, at eitt útlendskt ítróttarfólk sleppur í mesta lagið at forvinna sær 8616 kr. um mánaðin, afturat lønini, tey fáa frá felagnum, tey spæla fyri. Kravið til felagið er einans, at tað betalir spælaranum 9335 kr. um mánaðin. Tað merkir, at ein útlendskur spælari í mongum førum einans hevur 17 951 kr. um mánaðin at liva fyri. Felagið kann, um tað hevur ráð til tess, lata spælaranum meira í løn, men tað er ikki eitt krav.

-At noyða tey til einans at forvinna 2000 kr. um vikuna, ella 8616 kr. um mánaðin, er at diskriminera ein ávísan samfelagsbólk, sigur Bjørt Samuelsen.