Diskriminering vegna »kynsliga orientering«

Fyrispurningur til Finnur Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk, løgtingslimir, um uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna »kynsliga orientering«)


Jens Wang
Løgfrøðingur
Hoyvík

Sum kunnugt løgdu tit bæði omanfyri nevnda uppskot til ríkislógartilmæli um broyt­ing í revsilógini fram á Før­oya Løgtingi 2. november 2005. Í hesum uppskoti mæla tit ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar kongliga fyriskipan um, at § 266b í Revsilógini verður broytt, so at orðini eller tro verður broytt til , tro eller seksuelle orientering. Sambært vegleiðandi dags­skrá Løgtingsins verður 1. viðger fríggjadagin 18. november 2005.

§ 266b í Revsilógini er sum nú er orðað soleiðis Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden med­delelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hud­farve, nationale eller etniske oprindelse eller tro, straffes med bøde, hæfte eller fæng­sel indtil 2 år.

Í viðmerkingunum til upp­skotið vísa tit m.a. til ymist, sum hendi í sambandi við, at homoseksuel skipaðu fyri ráðstevnu í Havn í august í ár. Um danska útgávan av grein 266 b í revsilógini var galdandi í Føroyum tá, vóru sambært viðmerkingunum fleiri enn eitt av átøkunum, sum vórðu framd móti teim­um homoseksuellu, revsi­verd. Á hesum sæst, at tykkara uppskot ikki bert skal verja homoseksuel móti mannamuni t. d. á ein­um arbeiðsplássi ella í sambandi við atgongd til útbúgving, men líka nógv er ætlað at kriminalisera útsøgnir bygdar á Bíbliuna, ið kunnu upplivast sum diskriminerandi o.l.
Hetta mál er eftir míni hugsan prinsipielt. Eg skal tí sum tjóðveldisveljari í Suðurstreymi vísa á nakrar avleiðingar av uppskoti tykkara og síðani seta nakrar spurningar, ið eg vóni tit greitt vilja svara alment.

Er tað í lagi at gera mun (diskriminera)?
Um eg varð steðgaður á gøtuni og spurdur, um eg taki undir við, at ein minnilutabólkur við lóg verður vardur móti mismuni og happing, hevði helst mín fyrsta spontana reaktión verið ja, tí mær dámar hvørki mismun ella happing.
Tað eru neyvan mong, ið taka undir við happing. Happing fer altíð at vera skeiv. Happing av homoseksuellum kann ikki góðtakast, eins og happing av øllum øðrum menniskjum og bólkum ikki kann góðtakast

Er tað í lagi at trúgva?
Eg havi als einki móti homo­seksuellum. Eg eri ikki betri sjálvur enn øll onnur menniskju. Og eg taki á ongan hátt undir við happing av homoseksuellum ella nøkrum øðrum.
Men eg havi eina trúgv. Eg trúgvi, at Bíblian er sonn. Hendan trúgv er persónlig og kann eingin taka frá mær. Tíbetur havi eg eisini ein grundlógartryggjaðan rætt at trúgva  vanliga nevnt trúarfrælsi. Í mun til tykkara uppskot reisir hetta nakrar spurningar.

Er tað í lagi at geva øðrum fakta úr Bíbliuni?
Tíðliga í ár varð eg spurdur av ungdómi í Eysturoynni, um eg vildi vera saman við teimum eitt kvøld at tosa um evnið: Hvat sigur Bíblian um homoseksuel menniskju? Hetta var ikki løtt uppgáva, og evnið var bundið, men eg tók av avbjóðingini.

Eg nevndi m.a. fyri hesum umleið 150 ungu, at
"Bíblian sigur tað sama um homoseksuel, sum hon sigur um grannskoðarar, NSÍ´arar, maskinmeistaralesandi, týskarar, gøtufólk og ein og hvønn annan samfelagsbólk í heiminum. Hon sigur t.d., at Gud gav son sín hin einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á Hann, skal vera frelstur, Jóhs. 3:16.

"homoseksuel ikki verða æviga fordømd, tí tey eru homoseksuel. Homoseksuel praksis er sambært Bíbliuni ein synd, men ikki ein ófyri­gevilig synd.

"Eitt, eg sakni í okkara lenistólsgudfrøði og (við hvørt) akademiska práti um homoseksuel, er, at sannleikin og náðin VERULIGA ganga hond í hond.

"eitt tað truplasta fyri okkum menniskju er í verki at liva í eini støðu, har ein er ímóti gerðunum hjá einum persóni, men samstundis dugir at vísa viðkomandi at ein elskar viðkomandi.

"Sannleiki og náði mugu ganga hond í hond. Dømi: Edward Dobsen er prestur í býnum Grand Rapids í Michigan, USA. Hann var ørkymlaður yvir AIDS trupulleikan í býnum og royndi at koma í tal við homoseksuellar leiðarar í býnum. Dobson er sannførdur um, at homoseksuell praksis er synd, men samstundis vildi hann møta teimum homoseksuellu við kristnum kærleika. Sum frá leið vann Dobson álitið hjá teimum homoseksuellu. Hann skip­aði fyri, at homoseksuel við HIV fingu jólagávur og bjóðaði teimum sjúku og doyggjandi praktiska hjálp. Ein av teimum homo­seksuellu segði við Dobson: Vit kenna tínar meiningar, og vit vita, at tú ikki ert samdur við okkum, men sam­stundis vísir tú Jesu kær­leika. Tað hugtekur okkum. Royndirnar hjá Dobson vísa, at ein kann hava fastar meiningar um Gudfrøði, moral og siðsemi (etikk) og samstundis vísa samkenslu. Hesin sami Dob­son segði einaferð soleiðis: Um tað einasta, ið verður sagt við mína jarðarferð, er, at Dobson elskaði tey homoseksuellu, so hevði eg verið stoltur. Óansæð um tað er politiskt korrekt ella ikki, so eru bæði hesi tilstaðar í hesi søgu frá veruleikanum, sannleikin og náði (næstrakærleiki)  í senn  hond í hond.

"Bíblian mær kunnugt við­ger homoseksuellan praksis beinleiðis í 7 skriftstøðum. 4 í Gamla Testamenti og 3 í Nýggja Testamenti. Um einum dámar tað ella ikki, eru øll 7 skriftbrot greitt ímóti homoseksuellari prak­sis  uttan undantak. Hetta er fakta vit ikki fáa tulka okkum burturúr.

Tað er neyvan stuttligt hjá einum homoseksuellum at hoyra, at sambært Bíbliuni er homoseksuell praksis and­stygd, viðurstyggilig gerð, skemdarverk, villa, synd móti náttúr­uni o.s.fr. Tað kundi lættliga hent, at slík skriftbrot fingu ein homoseksuellan at kenna seg sera illa, so illa at viðkomandi segði, at slík sitat eru dømi um, at persónar forhånes eller nedværdiges på grund af sin & seksuelle orientering
Tá eg fyrr í ár var saman við Eysturoyar ungdómi, valdi eg at halda meg til bundna evnið, eg hevði fingið frá teimum. Hetta merkti konkret, at eg endurgav okk­urt av omanfyrinevndu 7 brotum í Bíbliuni, ið beinleiðis snúgva seg um homo­seksuella praksis. Hag­frøðiliga sæð var onkur homoseksuellur til staðar og hoyrdi alt hetta.
Sambært t.d. dómi frá Vestara Landsrætti frá 1988 kann § 266b í Revsilógini bert nýtast på forhold af en vis, ikki ubetydelig grovhed. Hetta reisir spurningin: Eru Bíbliunnar orðingar so grovar, at tær verða fevndar av § 266b í Revsilógini? Ella sagt beint fram: Eru Bíbliunnar útsøgnir um hetta evni innan fyri ella uttan fyri tað lógliga í mun til tykkara broytingaruppskot? Tað er týdningarmikið at skilja, at tá ið neiligar útsøgnir verða havdar á lofti alment móti homoseksuellari praksis, so er tað Bíblian, ið er tann veruligi skurkurin, tí tað er haðani at flestu orðingarnar koma.
Rættarsiðvenjan á økinum er ikki serliga væl útbygd enn. Eg fari tí eisini at seta hendan spurning: Hevði mítt prát við Eysturoyar ung­­dóm, sum omanfyri stutt endurgivið, gjørt meg kriminellan og harvið møguliga sekan til upp til 2 ára fongsil? Eg havi jú alment endurgivið og sagt mína hugsan um skriftstøð, sum siga, at homoseksuell praksis er andstygd, við­ur­styggilig gerð, skemdarverk, villa, synd móti náttúruni o.s.fr.
Um svarið er ja, áttu tit eftir mínum tykki at greitt nærri frá hesum í viðmerkingunum til ríkislógarviðmæli og ikki bert víst til donsku fólkatingsviðgerðina og harvið treytaleyst lena tykk­um uppat donsku rættar­siðvenjuni ásannandi, at talan er um danskt málsøki. Tað hevði verið ynskiligt, at tinglimir Tjóðveldisfloksins gingu á odda at gera sær sjálvstøðugar hugsanir um truplar spurningar og ikki bert treytaleyst leggja seg uppat donskum og grønlendskum niðurstøðum. Hetta er jú ikki nøkur smávegis broyting  7 skriftbrot í Bíbliuni, ið møguliga verða gjørd revsi­verd at endurtaka og / ella siga sína hugsan um alment. Tá ið revsiramman er upp til 2 ára fongsul, er tað ikki av lítlum týdningi í rættartrygdarhøpi, at fólk, ið hava aðra áskoðan enn tit í hesum máli, íroknað polit­isk mótstøðufólk á Føroya Løgtingi, greitt vita, nær tey kunnu vænta, at ákæruvaldið við heimild í Revsilógini reisir ákæru móti teimum.
Um svarið er nei, má spurn­ingur setast, hvat tað so er, ið skal kriminaliserast eftir § 266b í Revsilógini? Um omanfyri nevndu bein­leiðis endurtøkur kunnu góð­takast sum ikki verandi dømi um, at munur verður gjørdur, hvat skal so til? Tit skylda føroyingunum, sum trúgva, at Bíblian er sonn, eitt tíuligt og greitt svar. Fyri hesar føroyingar er tað ein samvitskusak og ein trúðarsak  um tey eru glað fyri tað ella ikki  at Bíblian greitt talar ímóti homoseksuellari prak­sis. Eg meti, at flestu fólk í heimamissiónini, brøðra­samkomunum, hvítu­sunnusamkomunum og frí­kirkjunum yvirhøvur høvdu ynskt eitt greitt svar. Tað sama er óivað galdandi fyri mangar prestar og leikfólk í Fólkakirkjuni, sum sambært yvirtøkuætlanini frá 1. jan­uar 2007 skulu ráða sær sjálvum.

Er tað í lagi við lóg at verja minnilutabólkar?
At verja ein minniluta móti mismuni, happing o.l. er van­liga ein góð søk at berjast fyri  alt gott um tað. Spurn­ingurin er tó, um hetta altíð er rætt og skilagott at gera við lóg.
Tað kunnu helst nevnast hundraðtals minnilutabólkar av øllum møguligum slag, sum eisini kundu hugs­að sær eina lógarfesta minnilutaverju. Tí fer tað út frá líkaregluni altíð at verða ivasamt, um tað er rætt at taka ein minnilutabólk burt­urúr og geva honum serliga lógarfesta verju.
Verður uppskot tykkara samtykt um at broyta § 266b í Revsilógini, fer tað at hava ymsar avleiðingar fyri ein annan bólk av føroyingum.
Í tykkara tráan eftir at verja homoseksuel í Føroyum móti almennum endurtøkum úr Bíbliuni, eru tit eftir mínum tykki við tykkara uppskoti, tilvitað ella ótilvitað, í ferð við at minka um núverandi trúarfrælsi, skrivi- og tali­frælsi í Føroyum.
Um tað er hetta, tit vilja, vinarliga sigið tað so klárt og týðiliga, so vit vita hvørjum tit standa fyri.
Gevið vinarliga gætur, at tað eftir mínum tykki ikki er nøktandi, um tit í møgu-ligum svari bert vísa til danska løgfrøði, løgfrøði úr øðrum útvaldum londum, danskan politikk ella til at dómstólarnir mugu avgera, nær brot er framt á § 266b í Revsilógini. Tað eru tykkara egnu sjálvstøðigu (føroysku) hugsanir, ið hava áhuga.

Keldur
"www.logting.fo =$?$end$!$ Tingmál =$?$end$!$ uppskot nr. 21+
"Ugeskrift for Retsvæsen 1988, s. 788ff
"What´s so amazing about grace, Philip Yancey
"Skriftstøð úr Bíbliuni: 1. Mós., 3. Mós., 5. Mós., Róm., 1. Kor. og 1. Tim