Dixie Hummingbirds vóru millum gestatónleikararnir, tá ið Paul Simon hin 23. mai í ár gjørdist fyrsti móttakarin av ?Library of Congress Gershwin Prize for Popular Song?. G! aktuelli bólkurin var partur av eini stjørnurøð av tónlistarfólku, ið tók lut í hátíðarhaldinum, ið varð skipað sum ein stórfingin galla konsert
Dixie Hummingbirds framførdu millum annað saman við Paul Simon og Stevie Wonder á konsertini. Umframt hesar kappar framførdu mong onnur úr fremstu røð í tónleikaligu heimselituni sum t.d. Art Garfunkel, Alison Krauss, Yolanda Adams, Marc Anthony, Philip Glass, Ladysmith Black Mambazo, Lyle Lovett, Stephen Marley og James Taylor.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Dixie Hummingbirds samstarva við Paul Simon. Í 1973 sungu teir saman við Paul Simon á gospel-lagnum hjá honum ?Loves Me Like a Rock?, sum varð selt í einari millión eintøkum. Stutt eftir hetta gjørdu Dixie Hummingbirds sína egnu útgávu av hesum lagnum, sum teir vunnu eina Grammy-virðisløn fyri í 1974.