Dixon-konsert við størsta pallinum

Runavík: Ítróttarhøllin í Runavík verður í kvøld karmur um ein stórfingna gospelkonsert, har ikki færri enn 170 sangarar fara at syngja ?Gaither? saman við kenda amerikumanninum Jessy Dixon.

Fyrireikararnir hava gjørt alt fyri at geva áhoyrarunum eitt spennandi kvøld, har nógv verður gjørt burturúr at fáa høllina til eina spennandi og innbjóðandi konserthøll.
Sum skilst á teimum, hava tey eisini gjørt nógv burtur úr pallinum, sum helst er tann størsti, ið nakrantíð hevur verið í høllini í Runavík.
Øll henda stóra mannfjøldin á palli og frammanfyri pall, seta hvørjum øðrum stevnu kl. 20, tá konsertin byrjar.