Dizzy Mizz Lizzy til Føroya

Plakatir hanga kring landið, men ógreitt er hvar framførsla verður.

Plakatir hanga kring landið, so okkurt bendir á, at bólkurin kemur til Føroya, men ógreitt er hvar framførsla verður.




Plakatirnar siga onki um, hvar ella nær framførsla verður, men tá tær hanga uppi kring landið, so bendir alt á, at kendi danski bólkurin er á veg til Føroya.



Frá Summar Festivalinum verður sagt, at har kenna tey onki til nakrar ætlanir um at fáa Dizzy Mizz Lizzy til Føroya.



Hinvegin frættist frá Summar Festivalinum, at eitt ungdómsnavn verður avdúkað í komandi viku.



Sum skilst er tað heldur ikki Voxbotn, ið hevur havt samband við Dizzy Mizz Lizzy, men har er enn eitt útlendskt navn eftir at avdúka, og verður tað í næstum.



Bogi Andreasen, talsmaður hjá G!, vil hvørki vátta ella avsanna, um Dizzy Mizz Lizzy vitjar á G! Í summar.

Har hava tey gjørt av, at onki verður sagt, tí miðlar hava verið sera forvitnir eftir at vita um ymisk útlendsk nøvn eru ávegis á G!. Tí verður onki sagt, uttan umvegis heimasíðuna hjá festivalinum, ella tá nøvn verða avdúka alment.



Tískil ber ikki til at staðfesta, at Dizzy Mizz Lizzy verður á nøkrum av stóru tónleikatiltøkunum í summar.



Dizzy Mizz Lizzy vóru stórir fyri á leið 20 árum síðani í Danmark, men løgdu so árarnar inn. Men bólkurin fann saman aftur fyri stuttum, og hevur havt konsertir í Danmark fyri fullum húsum, og eru aftur á tindunum. Tískil ber illa til at hugsa sær, at nakar av smærru føroysku tónleikafyrireikarunum megnar at fáa kenda bólkin hendavegin, tó at Tim Christensen, oddamaður í bólkinum, hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir.