DJ Brynjolfur opnaði Apollo Countdown

DJ Brynjolfur á Roskildefestivalinum og modkraft.dk

Mánadagin byrjaði føroyski DJ Brynjolfur ballið á Apollo Countdown-pallinum á Roskildefestivalinum. Í tí sambandi hevur danska heimasíðan modkraft.dk eina langa samrøðu við DJ Brynjolf.

 

Thomas Sønderby Jepsen, tónleikaleiðari á Roskildefestivalinum sigur, at tað var ikki av tilvild, at júst DJ Brynjolfur opnaði Apollo Countdown-pallin í ár.

 

- Hvør opnar Apollo Countdown er ein blandan av at finna rætta tónleikin, og so hvønn vit síggja sum ein týdningarmiklan spælara í løtuni. Báðar partar síggja vit í Brynjolfi, sigur Thomas Sønderby Jepsen.

 

- Eg brúkti fermingargávuna til ein synthesizara, og fekk harumframt eina teldu í gávu. Eg var tann fyrsti í Føroyum, sum gjørdi elektroniskan tónleik, sigur Brynjolfur við modstand.dk, um hvussu hann byrjaði við tónleiki.

 

Í 2007 lá leiðin til Keypmannahavnar, og tað var í danska høvuðsstaðnum, at hann byrjaði sum DJ. Brynjolfur sigur, at hann virðismetir ta samlandi og umfevnandi grundhugsanina í elektrotónleikinum

 

- Tónleikurin er gjørdur fyri at samla fólk. Hetta er ikki tónleikur, sum tú lurtar eftir einsamallur heima. Hetta er sovorðið, sum fær fólk at samlast og dansa, tað er tað, hann er gjørdur til. Og tað haldi eg er frálíkt.

 

Brynjolfur, ið bæði er producari og dj, gav í fjør summar út lagið “I love you”, og í heyst kemur næsta útgávan hjá honum, “The Save EP”, á marknaðin.

 

Øll samrøðan við modkraft er at lesa her