Djóradagar eru afturvendandi tiltak, ið skjótt hava 20 ár á baki. Tað var táverandi formaðurin Eyðfinnur í Búðini og táverandi nevndin í Føroya Ríðingarfelagi, ið komu við hugskotinum um djóradagarnar. Hetta bleiv bygt upp í smáum, til nú at vera eitt tiltak, har omanfyri 5000 fólk vitja, teir báðar dagarnar tiltakið er.
Í ár verður tiltakið "Djóradagar í Havnardali", leygardagin 26. mai og sunnudagin 27. mai.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Brand í Dali, ið er ein av fyrireikarunum greiða frá tiltakinum.
Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen gjørdu samrøðuna á Rás2 seinnapartin í dag.