Tað er ikki nakað nýtt, at Louis Vuitton samstarvar við øðrvísi og spennandi sniðgevar, og hesaferð er tað Billie Achilleo, sum ger djórataskur til heimskenda merkið.
Sniðgevin ger taskurnar í samband við, at ein nýggjur handil letur upp í Sydney, Avstralia, og tí hevur hann framleitt eina ørgrynnu av djórataskum, sum hóska seg til umhvørvið har.
Og ikki so óvæntað, so hevur sniðgevin fingið íblástur frá djóralívinum í Avstralia heilt frá kengurum til krokodillur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at franska mótahúsið arbeiðir saman við Billie Achilleo.
Billie hevur fyrr í ár gjørt klæðir fyri Louis Vuitton, tá ið mótahúsið hátíðarhelt 100 ára dagin hjá Louis Vuitton SLG Savior Faire-kollektiónini.
Enn er ikki greitt um hesar taskurnar vera settar til sølu, men imponerandi eru tær í øllum førum.