Djarvir nevningar fylgdu prógvunum

Tað lá ein stór ábyrgd á herunum á teimum 14 nevningunum, sum seinasta dagin vórðu skornir niður í teir upprunaligu 12. Men teir vístu seg sína uppgávu vaksnar og fylgdu framløgdu prógvunum

Tað er neyvan nakar ivi millum teirra, sum hava fuylgt sakarmálinum móti Milan Kolovrat, at kroatin er sekur í manndrápi. Tað finst stutt sagt eingin onnur logisk frágreiðing.
Eingin annar hevði minsta dism av motivi at gera enda á Dánial Peturi Hansen.
Tað skilst á øllum brøgdum, at Milan Kolovrat fram til summarið 2011 hevði verið ein rættiliga álítandi arbeiðsmegi á Bakkafrost, men eftir at hann hetta summarið hevði hitt fyrrverandi konu Pidda, broyttist atferð hansara munandi.
Tað byrjaði við, at Milan Kolovrat byrjaði at elta fyrrverandi konu Pidda, og tað helt hon var eitt sindur ótespiligt. Men tey hittust og gjørdust góð.
Hetta var eftir øllum at døma eisini startskotið til ein hamskiftan Milan Kolovrat.
Tað var um hetta mundi, at Milan tiltuskaði sær atgongd til visakortið til eldra mannin á Nesi, sum hann royndi at taka pening út við, og sum hann royndi Eik Banka at fáa at lata sær pin-kotuna til.
Seinni hevur so eydnast at fingið fatur á pin-kotuni, tí ein long røð av úttøkum frá peningaautomatum varð framd í september og oktober 2011, tilsamans yvir 60.000 krónur.
Tað er eisini um hetta mundi, at Milan Kolovrat byrjar at lúgva fyri Guði og hvørjum manni um líkt og ólíkt. Ikki minst byrjar hann at lúgva fyri sínari nýggju unnustu, sum – sambært egnu dóttir hennara – var alt ov góðtrúgvin.

Húsakeyp
Sambært Milan Kolovrat sjálvum lýgur hann fyri unnustuni, at hann skal hava fingið eitt húsakeyp í lag á Mýravegi 17, nakað, sum eigararnir als einki vistu nakað um.
Kroatin fór so langt sum at billa nýggju unnustuni inn, at keypið – við góðari hjálp frá »Big Boss«, sum skuldi vera stjórin á Bakkafrost – var gingið í lagi, og at Big Boss skuldi geva honum lykilin til húsini, so teir í felag kundu hyggja nærri at teimum.
Síðani bilti hann unnustuni inn, at ein sakførari skuldi møta við húsini á Mýravegi við lyklinum, so unnustan skuldi sleppa inn at síggja húsini.
Sjálvandi møtir eingin sakførari og endin er, at Milan sjálvur kemur við einum lyklum, sum ongastaðni passa í.
Seinni umber Milan seg so við, at onkur í familjuni ikki vildi, at ein útlendingur skuldi flyta inn í húsini.
Fokus verður so skift frá Mýravegi til húsini á Gerðisvegi 34, har Piddi býr.
Nú billar Milan Kolovrat unnustuni inn – og tað viðgongur hann sjálvur – at hann saman við sakførarum og »Big Boss úr Havn« - hevur borið so í bandi, at Piddi skal vera úti úr húsunum í seinasta 1. november 2011.
Men 1. november kemur og fer, og einki hendir. Hetta fær unnustuna at seta spurnartekin við støðuna, og tá sigur Milan henni, at hann hevur avtalað ein fund við Pidda saman við sakførara sínum tann 3. november, og fer Piddi ikki út, kemur politiið upp í leikin og tveitir Pidda út.
Nú er Milan Kolovrat so kroystur, sambært ákæruvaldinum, at hann sær ongan annan útveg, enn at gera av við Pidda.

Torir at fara inn
Fríggjanáttina 4. november eftir klokkan umleið 03.15 fer Milan Kolovrat inn í húsini á Gerðisvegi 34, har hann helst finnur Pidda í sovikamarinum í fasta svøvni.
Kroatin tekur nú tað, ið liggur fremst fyri – og tað er so umrødda steikipannan – sum vápn, og við henni í hond drepur hann Pidda, meðan hann liggur í egnu song síni.
Nú kemur eitt stríð fyri hjá Milan Kolovrat, sum tó fær baksað 110 kilo tunga mannin niður í garasjuna og inn í Skodabilin.
Um Milan hevur vaskað tað ringasta burtur beinanvegin, ella hann hevur koyrt Pidda í Norðoyatunnilin fyrst, liggur ikki greitt, og er eisini fyri so vítt líka mikið.
Eftir hvat ákæruvaldið leggur hendingina út, liggur Piddi eftir øllum at døma í Norðoyatunlinum heilt fram til 9. november, tá Skodabilurin sambært Milan Kolovrat aftur verður stolin. Men hvar Piddi síðani endar, veit ákæruvaldið ikki at siga.
Í vissuni um, at eingin møguleiki nú er at renna seg í Pidda, avtalar Milan so við unnustuna, at tey skuldi fara in í húsini á Gerðisvegi fríggjadagin klokkan 13.
At Milan hevur lagt drápið til rættis skilst eisini av, at hendan avtalan varð gjørt hósdagin, og at Milan tí longu tá hevði tikið avgerð um at drepa Pidda.
Tað hevur tó staðið ógvuliga nógv á drápsmanninum, tí hann small um ikki færri enn tvær ferðir, og seinnu ferð varð hann lagdur inn á sjúkrahúsið í Havn.
Har var hann so avhoyrdur fyrstu ferð, og tá hann varð útskrivaður týsdagin 15. november 2011, varð hann biðin um at koma á politistøðina til framhaldandi avhoyring.
Klokkan 18 sama dag varð hann so skuldsettur fyri drápið á Pidda, og síðani hevur hann sitið varðhaldsfongslaður fram til í dag, nú hann kann síggja fram ímóti drúgvum áramáli handan rimar.
Nevningarnir tóktust ikki at rista á hondunum, men fylgdu próvtilfarinum og dømdu 33 ára gamla Milan Kolovrat sekan í manndrápi. Og so manglar bara revsiásetingin, sum verður kunngjørd hósdagin.