Seyðasýning
Seyðasýning verður á Eiði leygardagin. Brundseyðir úr øllum hagapørtum verða sýnaðir, og virðislønir latnar. Bæði eigarum og røktingarmonnum, eins og tann hagaparturin, sum í meðal eigur bestu seyðirnar, eisini fær eina viðurkenning. Alt tiltakið endar við veitslu og dansi um kvøldið.
Hetta er fjórða tiltakið av hesum slagnum, greiðir Olaf í Garði Joensen,, ið er ein fyrireikari, frá. Tað byrjaði í 1994 og var so annaðhvørt ár. Men nú er gjørt av at hava tiltakiðtriðja hvørt ár. Tá gerst líkasum betri møguleiki fyri at spjaða luttøkuna eitt sinur. Eitt nú er tað so, at onkur eigur hálvmørk og fær brundseyð annaðhvørt ár. Soleiðis verður hann annaðhvørt við hvørja ferð ella ongantíð, um sýningarnar eru annaðhvørt ár, sigur Olaf í Garði.
Tiltakð í ár byrjar leygardagin klokkan 13.00 Uppi á Grind. Tá fara royndir sýnsmenn at sýna brundseyðirnar, og tá avtornar, fara so tríggir at standa eftir, sum fá úrvalspremiu, greiðir Olaf frá. Klokkan 15 verður kaffi at fáa við pannukøkum afturvið.
»Prúdlig sjón er á at líta! Eyglitti væl høvur ber, væl mær líkist á hin hvíta, grái størst av øllum er«, yrkir Mikkjal á Ryggi um veðrarnar.
Alt tiltakið verður mett sum eitt mentanartiltak, og hildið verður á út á kvøldið við vetslu í EB húsinum. Sonevndari fjallmannaveitslu, og seinni aftur verður almennur dansur.
Vanliga hava einir 80 - 100 mans verið á veitslunum, sum veirð hava, greiðir Olaf í Garði Joensen frá. Og tað eru bara menn. Konurnar hava líkasum latið hetta yvir til teirra, og tað kann eisini vera nokk so stuttligt, flennir hann.
?Sært tú. Nógvar røður verða hildnar, og nógv stuttligt sagt. Og eingin fær nakran alboga í síðuna, meðan hann talar, nú konan ikki er við.
Men álvara er sanniliga eisini við, og sungið plagar at verða dúgliga. Bæði lættir sangir til slíkt høvi, eins og eisini sálmar og yrkingar við álvarsamari innihaldi. Kendar yrkingar sum »Nú hvítna tindar« og »Boðar tú til allar tjóðir« eru fast á skránni.
Sámal í Skorini, studentaskúlarektari, sum býr á Eiði, verður orðstýrari, greiðir Olaf í Garði Joensen frá. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við búnaðarmálum, er boðin við, men í skrivandi stund er ikki greitt, um hann kemur.
Eftir veitsluna verður so almennur dansur, har víkarmenn fara at spæla. Tekningarlisti til veitsluna liggur í handlinum hjá Oliver Øster, siga fyrireikararnir.