Djassur í Tórskjallaranum

Í kvøld verður forkunnugur djassur at hoyra í Tórskjallaranum í Havn

Havnar Djassfelag skipar fyri, og tey hava fingið songkvinnuna Guðrið Hansdóttir at byrja kvøldið. Síðani fara tónleikarar úr Svøríki, Noreg, Íslandi og Danmark at framføra. Konsertin í Tórskjallaranum byrjar kl. 21.00 og endar kl. 23.45.