Undakappingin er liðug, og í dag byrjar fyrsta umfar í US Open í Flushing Meadows í New York.
Toppseedaði Novak Djokovic møtir seinnapartin í dag Roberto Carballés Baena, men ivasamt er, hvussu leingi spaniólin fer at halda móti Djokovic, ið uttan iva siktar eftir at leggja US Open 2019 aftrat hinum 16 grand slam gullunum í goymsluni.
Tað eru bert fimm vikur, síðani Djokovic og Federer spældu kanska bestu tennisfinalu í nýggjari tíð. Djokovic endaði omaná aftaná fimm tímar, og hann otar seg spakuliga móti teimum 20 grand slam sigrunum hjá Federer og teimum 18 hjá Rafa Nadal. Tað er tó longu greitt, at tað verða ikki Federer og Djokovic enda í finaluni hesaferð, tí at báðir eru á somu síðu í lutakastinum, og kunnu tí bert møtast í hálvfinaluni - um teir yvirhøvur møtast.
Federer stendur fyri einari lættari uppgávu í fyrsta umfari, har hann møtir indiska Sumit Nagal. Nagal, ið liggur á 190. plássi á ATP styrkilistanum, hevur áður vunnið Wimbledon doubles fyri dreingir í 2015, men annars er tað bara vorðið til eitt 1. pláss til eina Challenger kapping í 2017.
Rafa Nadal sleppur fyrst í gongd mikudagin, har hann møtir australska John Millman. Nadal trívist best á leiri, og harða undirlagið í Flushing Meadows er ikki tað besta fyri knøini hjá honum. Hann hevur tó kortini vunnið kappingina tríggjar ferðir - í 2010, 2013 og 2017.
Arvafíggindar møtast í 1. umfari
Hjá kvinnunum er spenningur í luftini longu frá fyrsta umfari. Serena Williams møtir Mariu Sharapova í fyrsta umfari. Williams hevur ikki tapt móti Sharapova síðan 2004, og hon hevur vunnið á russarunum 18 ferðir út í eitt. Karrieran hjá Sharapova kom heldur ongantíð heilt fyri seg aftur, eftir at hon í 2016 fekk 15 mánaðir leikbann fyri ein positiva dopingroynd. Williams og Sharapova hava havt sítt útistandandi - bæði á og uttan fyri vøllin - og tí er lagt upp til eitt brak seinnapartin í morgin á Arthur Ashe Stadium.
US Open vinnarin hjá kvinnunum í fjør, Naomi Osaka, er toppseedað til kappingina í ár, og hon møtir russiku Onnu Blinkova týsdagin. Blinkova er ongantíð áður komin víðari frá 1. umfari í US Open, og talan verður ivaleyst um ein avgreiðsluspurning hjá Osaka.
Caroline Woszniacki møtir kinversku Wang Yafan, ið er á 50. plássi á styrkilistanum hjá WTA. Hóast Wozniacki ongantíð hevur vunnið US Open, so telist kappingin millum betri kappingarnar hjá henni, og higartil er tað vorðið til tvey finalupláss - í 2009 og 2014.