Heimasíðan hjá Neistanum skrivar, at felagið og serbiski Jugoslav Djumic eru samd um at leingja avtaluna. Soleiðis verður Djumic aftur í hópinum hjá steypavinnarunum í komandi kappingarári.
Jugoslav Djumic hevur spælt við Neistanum seinastu tvey árini. Hann er strikuspælari og hevur roynst væl í verjupartinum.