Djúphavnin verður nú 240 metrar

J & K Petersen eru í løtuni í holt við at byggja 60 metrar av nýggjari atløgusíðu aftrat í Fuglafirði.

J & K Petersen eru í løtuni í holt við at byggja 60 metrar av nýggjari atløgusíðu aftrat í leingjan av Pelagos-bryggjuni inn ímóti Havsbrún í Fuglafirði. Hetta verður ein partur av djúphavnini í Fuglafirði.

 

Tá havnararbeiðið, sum nú er í gongd, verður liðugt, eigur Fuglafjarðar havn tilsamans 240 metrar av djúphavn, sum hevur eitt dýpi á í minsta lagi 12 metrar.

 

Men, hetta verður ikki ein metur ov nógv í mun til tann tørv, ið er. Uppsjóvarskipini eru stór, og tað eru farmaskipini, sum koma eftir vøru og skipini, sum koma at bunkra tungolju, eisini.

 

Siga vit, at uppsjóvarskipini eru einar 80 metrar long, verður pláss fyri trimum skipum í senn við bryggjuna. Men, tað eru ikki bara uppsjóvarskip, sum liggja við djúphavnina í Fuglafirði. Tað eru eisini onnur skip, sum koma við og eftir fiskavørum.

 

Nú hesir metrarnir av djúphavn verða bygdir aftrat, fæst eisini eitt rættiliga stórt uppland, sum ætlandi skal brúkast til bingjur og avskiping.

 

Ein trupulleiki í Fuglafirði er, at nógvur fiskur fer av bygdini á trailaravognum, og tá so er, fær Fuglafjarðar havn eingi vørugjøld fyri hesa avskiping, samstundis sum hetta skapar nógva tunga ferðslu í bygdini.