Djúphavsfiskur rak á land í Kalifornia

Um dagarnar rak ein djúphavsfiskur á land á einari strond í Kalifornia, og hetta hevur vakt undran.

 

 

 

Fólk, sum vitjaðu á strondini, Crystal Cove State Beach í Kalifornia um dagarnar, gjørdust ovfarin, tá tey sóu løgna fiskin, sum var rikin á land. Tað, sum undraði mest, var útsjóndin - og at fiskurin hevði eina lýsandi "antennu", sum onkur tók til.

 

Hetta er ein fiskur, sum livir í ævigum myrkri niðri á millum 1000 og 2500 metra dýpi. Sambært leksikon um fiskar, verður fiskurin róptur djúphavsmarulka, sum helst eisini hevur okkurt føroyskt navn.

 

Tað er neyvan trupult at gita, hvat hesin løgni skapningur brúkar sína lýsandi antennu til - annað enn at lokka og veiða sær føði niðri í myrkrinum.

 

Los Angeles Times skrivar, at tað var maðurin, Ben Ests, sum fann fiskin, tá hann gekk sær ein túr eftir strondini fríggjadagin. Fiskurin var 46 sentimetrar langur og var so at siga púrasta heilur.

 

Men, hví hann er komin upp úr myrka og stóra dýpinum og er endaður á strondini í Kalifornia, er ein spurningur, sum man vera trupul at svara.

 

##med2##

 

##med3##