Flogferðsla
Tað er Vinnumálaráðið, sum hevur biðið Landsverk gera kanning av flogvallaviðurskiftum. Landsverk bað tí norsku fyritøkuna, Asplan Viak, at standa fyri kanningini av lendi til flogvøll. Eftir tilráðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, kemur stovnurin við eini viðmerking til greinina í Sosialinum í gjár, sum bygdi á útsagnir hjá serfrøðingi í flogvallaviðurskiftum, Gilla Trond.
»Í hesum sambandi verður ikki bara hugt eftir, hvar tað ber til at gera eina lendingarbreyt við eini ávísari longd, men hugt verður eisini eftir galdandi altjóða mynduleikakrøvum til lendið í inn- og útflyvingarøkinum og til lendið rundanum og nærhendis vøllin. Sum dømi kann nevnast, at sambært galdandi altjóða myndugleikakrøvum til inn- og útflúgvingarøkið verða settar treytir fyri hvussu høgt lendið má vera í ein frástøðu út til 15 km frá sjálvari lendingarbreytin, og tí verður neyðugt ikki bara at gera lendiskanningar nærhendsis vøllinum, men eisini 15 km út. Um lendi lýkur altjóða krøv er næsta stigið at kanna veðurfrøðiligu viðurskiftini.«
Víðari skrivar stovnurin:
»Kanningarnar sum Landsverk hevur staðið fyri, og sum Norska fyritøkan Asplan Viak hevur gjørt, er ein kanning sum einans hevði til endamáls at staðfesta, hvar í Føroyum tað ber til, út frá verandi lendisviðurskiftum, at gera ein nýggjan vøll. Treytinar, sum Landsverk setti til hesa kanningarnar, vóru, at øll galdandi altjóða myndugleikakrøv til lendi skuldu lúkast.
Harafturat var Asplan Viak biðið um at avmarka kanningarnar til økini, sum eru nærhendis verandi ella framtíðar innfrákervinum. Hetta merkir, at Suðuroyggin og útoyggjarnar ikki eru við í kanningini. Metingarnar og niðurstøðinar hjá Asplan Viak eru grundaðar á data frá GIS skipanina hjá FDS. Frágreiðingin sum Asplan Viak hevur gjørt fyri Landsverk sigur sostatt, hvar egnað lendi er til flogvøll, sum líkur altjóða krøv. Tí skulu fleiri kanningar gerast av veðurfrøðiligum slag, áðrenn staðfestast kann, hvar best egnaða staðið er. Metingar um veðurlíkindi í rapportini eru sostatt avgjørt sekunderar, men av tí at ráðgevararnir hava drúgvar royndir innan økið, eru hesar metingar tiknar við. Í frágreiðingina hjá Asplan Viak verður víst á, at tað ikki uppá nakran máta ber til at lúka altjóða myndugleikakrøvini til lendi í inn- og útflúgvingarøkinum við Skorhæddina sambært ICAO Annex 14. Hetta er millum annað tí, at fjøllini norðanfyri og vestanfyri Skorhæddina, forða í inn- og útflúgvingarplaninum.«
Landsverk ger vart við, at Asplan Viak er viðurkend norsk ráðgevarafyritøka innan flogvallaøkið við drúgvum royndum.
»Eisini hevur viðurkenda danska ráðgevarafyritøkan Rambøll dygdartryggjað rapportina. Umframt sjálvt at eftirkanna rapportina, hevur Landsverk havt ein “second opinion” bólk at meta um ráðgevingararbeiðið. Í hesum bólki hava sitið serfrøðingar frá Avinor (eiga og reka allar norskar flogvallir uttan Gardemoen), Oslo lufthavn (Gardemoen), Luftfartsverket í Svøríki, og partvíst úr Reykjavíkar lufthavn.«