Djypri inn í djúparu spurningarnar

– Teir djúpu spurningarnir hava altíð verið frammarlaga í huganum hjá mær. Tað at skilja lívið, hví vit eru her, hvat vit skulu, hvør Gud er og skulu vit liva ævigt, sigur Jákup Erlingsson Petersen, nýggi presturin í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, sum verður innsettur sum sóknarprestur í dag klokkan 11 í Hvalvíkar kirkju

Nýggi hvalvíksprestur hugsaði at gerast elektrikari ella sølumaður. Men teir djúpu lívsspurningarnir hugtóku hann meira, og hann kom til niðurstøðuna, at við at lesa gudfrøði, so kundi hann seta seg meir inn í hesar spurningarnar. Tað kristiliga fylti, men at gerast prestur, var hann ikki sannførdur um, fyrr enn hann var næstan liðugur at lesa gudfrøði. 

Jákup E. Petersen var á bíbliuskúla í Ísrael, tá ið hann tók avgerð um at fara at lesa gudfrøði. Hann hevði umhugsaði at gerast elektrikari, men gavst eftir hálvt ár á Tekniska skúla og tók ístaðin Handilsskúlaútbúgving á Kambsdali. Síðani arbeiddi hann á timburhandlinum Borg í Klaksvík í trý ár sum sølumaður.

Í 2008 var hann saman við trimum vinmonnum farin á bíbliuskúla í Tiberias í Ísrael í fýra mánaðir. Tá varð avgerðin tikin.

– Eg hevði góða tíð at seta meg djypri inn í Guds orð. Eg prátaði eisini við onnur, og hugsaði eisini, hvat eg skuldi nýta mítt lív til. Tá valdi eg, at eg skuldi fara at lesa gudfrøði. Eg byrjaði at brenna fyri tí, sigur Jákup Erlingsson Petersen.

Lesið alla samrøðuna við Jákup E. Petersen í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.