DM-gullið kann vinnast í kvøld

Bárður og liðfelagarnir úr Marienlyst spæla nevnliga næsta finaludystin móti Aalborg HIK klokkan 19 okkara tíð.

Fyrsta finaludystin í Aalborg vann Marienlyst 3-1, og við Rás2 sigur Bárður, at hann hevur góðar vónir undan dystinum í kvøld.

- Vit standa nokk so væl til teir. Teirra spæl er bygt upp á sterkan fysikk og stórar blokkar, meðan vit koyra eitt heldur skjótari spæl. Higar til í ár hevur hetta eisini riggað væl hjá okkum, og Aalborg er einasta av hinum oddaliðunum, sum vit als ikki hava tapt ímóti í ár, segði Bárður Bendix Mikkelsen við Rás2 í dag.

 

Á www.radio3.dk ber til at fylgja við beinleiðis frásøgnini frá flogbóltsfinaluni.