DMI dregur í land

Danska veðustovan roknar nú við 16 hitastigum – og ikki 20 – um vikuskiftið

(Mynd: Ingi Sørensen)

Í gjár vóru gleðiboðini frá donsku veðurstovuni DMI, at hon roknaði við 20 hitastigum bæði fríggjadagin og leygardagin, men nú vikuskiftið nærkast, dregur DMI nakað í land aftur.

 

DMI roknar framvegis við góðveðri og sól um vikuskiftið, men nú rokna tey við, at hitin verður upp í 16 hitastig.

 

DMI sigur, at í dag verða 2-7 m/s av útsynningi. Samdrigið og támur veður, seinni klárnar, og sólin kagar fram. Hitin í dag verður millum 12 og 15 stig. Í nátt millum 10 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verða 2-7 m/s av suðri, í støðum upp í 10 m/s. Onkrastaðni verður mjørki fyrst á degnum, men annars verður sól flestu staðir. Hitin verður millum 12 og 16 stig. Um náttina verður samdrigið, og hitin verður millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verða 2-7 m/s av suðri. Nakað av sól flestu staðir, men eisini skýggjað onkrar løtur. Hitin millum 12 og 16 stig. Um náttina skýggjað og sirm ella regn í støðum. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verða 3-8 m/s av suðri. Samdrigið og támut veður, og møguliga nakað av regni. Hitin millum 11 og 15 stig.

 

 

 

(Mynd: Ingi Sørensen)