DMI: Frost seinni í vikuni

Tað verður kalt hesa vikuna eisini

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður kalt í veðrinum hesa vikuna, og møguleiki verður fyri vátaslettingi. Seinni í vikuni verður helst náttarfrost.

DMI sigur, at týsdagin verða 8-13 m/s av norði og landnyðringi. Samdrigið og onkur æl. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 2 stig.

Mikudagin verða 5-10 m/s av norði og landnyðringi. Skiftandi skýrák og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

Hósdagin verða 3-8 m/s av norði og landnyðringi. Skiftandi skýrák og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um nátttina niður ímóti frostmarkinum.

Fríggjadagin verða 8-13 m/s av norði og landnyðringi. Samdrigið og onkur æl, sum kunnu vera sum vátaslettingur. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður ímóti frostmarkinum.