DMI: Kavi á jólum

Jólaaftan verður illsligt kavaveður, men veðrið batnar jóladagarnar

DMI sigur, at í dag vera 13-18 m/s av eystri og landnyðringi. Samdrigið og kavaavfall. Hitin verður millum 3 hitastig og 3 kuldastig. Út á náttina minkar vindurin eystanfyri niður í 5-10 m/s av suðri og landsynningi. Vestanfyri minkar vindur bert eitt sindur og verður av norði. Samdrigið og kavi, men sum fráliður verður vátakavi ella regn fleiri staðni. Hitin verður millum frostmarkið og 6 hitastig.

 

Jóladag vera 10-15 m/s av útnyðringi. Samdrigið og kavi ella kavaæl. Hitin verður millum frostmarkið og 5 hitastig. Um náttina 13-18 m/s av norði. Skiftandi skýrák og kavi. Hitin millum 3 hitastig og 2 kuldastig.

 

Annan jóladag vera 10-15 m/s av norði. Skiftandi skýrak og kavi. Seinnapartin minni vindur, og á midnátt lot av ymsum ættum. Skiftandi skýrák og kavaavfall. Frá á midnátt bert einstøk kavæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.