DMI: Nú verður turt í nakrar dagar

Danska verðurstovan roknar við lítlum vindi og turrum veðri næstu dagarnar

Danska veðurstovan DMI lovar hampuliga gott veður í næstu viku. Tað verður lítið av vindi, fyri tað mesta 2-7 m/s, og tað verður turt stóran part av tíðini. Sólin fer eisini at kaga fram næstu dagarnar.

 

DMI sigur, at mánadagin verða 5-10 m/s av vestri. Turt og nakað av sól. Hitin millum 10 og 14 stig. Um náttina minni vindur av vestri og útnyðringi, skýggjað og tám í støðum. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Týsdagin verða 2-7 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og turt, í løtum sól. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Mikudagin verða 2-7 m/s av ymsum ættum ella av útsynningi. Turt og nakað av sól. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Hósdagin 2-7 m/s av ymsum ættum ella av vestri. Turt og nakað av sól. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verða 2-7 av ymsum ættum. Nakað av sól, men fyri tað mesta skýggjað og turt. Hitin millum 8 og 13 stig.