DMI: Soleiðis verður veðrið á ólavsøku

Danska veðurstovan DMI roknar við bæði sólglottum og ælaveðri á ólavsøku

Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi veðri á ólavsøku. Tað verður høgætt og lítið av vindi, og møguleiki verður bæði fyri regnælum og sólglottum.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av eystri, seinni av norði. Samdrigið og seinnapartin regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt skýggjað og ælaveður, hitin um 10 stig.

 

Týsdagin verða 3-5 m/s av útnyðringi. Samdrigið og onkur æl, men sólin kann eisini kaga fram. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina skýggjað og ælaveður, hitin millum 10 og 13 stig.

 

Ólavsøkuaftan verða 3-8 m/s av norði. Skýggjað og onkur æl, men eisini møguleiki fyri sól. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 10 og 13 stig.

 

Ólavsøkudag verða 5-10 m/s av norði. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verða 8-13 m/s av norði, tað verður klárari í veðrinum og nakað av sól. Hitin millum 10 og 13 stig.