Danska veðurstovan DMI sigur frá hampuliga góðum veðri í dag og í kvøld.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av eystri, seinni av landsynningi. Í kvøld vera 5-10m/s av landsynningi. Samdrigið og fyri tað mesta turt, men møguliga eisini tám ella mjørki. Í nátt fer at regna. Hitin verður millum 6 og 11 stig.
Sunnudagin vera 5-10 m/s av suðri. Regn, men tað klárnar, og eitt skifti verður nakað av sól. Um kvøldið samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 9 og 11 stig.