DMI: Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan væntar skiftandi veður

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður skiftandi veður um vikuskiftið. Tað verður nakað av vindi og avfalli, men eisini møguleiki fyri sólglottum.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av útsynningi og vestri, vaksandi upp í 8-13 m/s. Nakað av sól, men eisini okkurt æl. Út á dagin meira skýggjað og í kvøld regn. Í nátt 10-15 m/s av útsynningi, samdrigið og regn. Hitin verður millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin vera 10-15 m/s av útsynningi, samdrigið og regn. Seinni vera 13-18 m/s av vestri, ælaveður við vátakava, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Um náttina 10-15 m/s av útnyðringi, skiftandi skýrák og einstøk regn-, vátakava- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig. Um náttina um frostmarkið.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)