DMI: Tað verða upp í 22 stig í dag

Danska veðurstovan roknar við sól og hita í Føroyum í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við góðum veðri ólavsøkuaftan.

Tað verður 5-10 m/s av landsynningi og seinni landnyðringi. Turt og í nógvum støðum sól ella sólglottar. Hitin verður millum 18 og 22 stig. Út á náttina skýggjað veður – kanska mjørki – og tá verður hitin 12-15 stig.

Ólavsøkudag verður 2-7 m/s av eystri. Mest turt og í vestara parti av landijnum nakað av sól. Annars skýggjað og kanska mjørki. Hitin verður milum 15 og 20 stig. Um náttina niður í 12 stig.