DMI: Vátt um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við regni og ælaveðri um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður regn ella ælaveður stóran part av tíðini um vikuskiftið.

 

DMI sigur, at í dag verða 2-7 m/s av útsynningi, móti kvøldi upp í 10 m/s av suðri. Samdrigið og regn av og á, í nátt meira samanhangandi regn av suðri. Hitin í dag millum 7 og 10 stig, í nátt millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin verða 2-7 m/s av suðri og landsynningi, seinnapartin 5-10 m/s av útnyðringi. Skýggjað og regn, men sum frálíður klárari í veðrinum, tó framvegis møguleiki fyri onkrum æli. Hitin um dagin millum 8 og 11 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.